Lady Gaga vaks upp við Boy George sum fyrimynd. Nú skulu tey bæði syngja saman á 02 Arena í London. Um alt gongur væl, skal hon kanska eisini vera við á komandi fløguni hjá Boy George.
Í mai mánað varð fyrrverandi sangarin í Culture Club leyslatin úr einum enskum fongsli. Hann er nú rúsevnisfríur. Hann hevur har sitið sína revsing fyri at vera farin illa við einum norskum prostitueraðum manni.
Í einum nýligum viðtali svór 48 ára gamli Boy George, at hansara lív nú er 100 prosent betrað.
Lady Gaga má vera nakað errin endiliga at upptraðka við sínari fyrimynd:
- í High School varð eg argað, tí eg klæddi meg og næstan vildi vera sum Boy George. Eg elski hansara rødd og stíl.