Álitið um rúsdrekka- og rúsevnispolitikk, sum landstýrismaðurin í almannamálum legði fram fríggjadagin, mælir til, at átøk verða framd fyri at minka um miðalnýtsluna hjá føroyingum av alkoholi.
Miðalnýtslan av alkoholi verður í fleiri londum brúkt at stýra rúsdrekkapolitikkinum eftir, tí gransking vísir, at lægra miðalnýtslan er, færri eru tey, ið hava eina skaðiliga nýtslu av rúsdrekka.
Í 2007 toppaði miðalnýtslan av reinum alkoholi fyri hvønn íbúgva yvir 14 ár við 7,1 litrum. Síðani hevur miðalnýtslan í Føroyum verið støðugt minkandi, og í fjør var hon 6,4 litrar av reinum alkoholi fyri hvørt fólk 15 ár og eldri.
Í nýggja rúsdrekkapolitikkinum verður mælt til, at minkað verður enn meira um miðalnýtsluna, so at hon kemur niður um 6 litrar av reinum alkoholi fyri hvønn íbúgva yvir 14 ár.
Høvuðsamboðini til at minka um rúsdrekkanýtsluna er at hækka prísin og/ella minka um atgongdina til rúsdrekka.
Mælt verður til, at Fólkaheilsustovnurin fær til uppgávu at tryggja, at átøkini í rúsdrekka- og rúsevnispolitikkinum verða fylgd upp og sett í verk.