Lægsta føroyska kvinnuumboðan í 20 ár

Einans 48 kvinnur eru millum tey 169 valevnini.

Týsdagin klokkan 18 var seinasta freistin hjá flokkunum at lata inn endaligu valevnislistarnar, og í dag vórðu teir almannakunngjørdir.

 

Les eisini: 7 flokkar og 169 valevnir 

 

2015 markerar 100 ára dagin fyri valrættinum hjá kvinnum í ríkisfelagsskapinum, men hóast valrætturin er staðfestur í grundlógini, er javnrætturin ikki at fáa eyga á á vallistunum.

 

Tilsamans bjóða 169 fólk seg fram fyri teir sjey flokkarnar - 48 kvinnur og 121 menn. Sambært uppgerð hjá Norðlýsinum yvir vallistar síðani 1998, hava tað ikki verið somikið fáar kvinnur á listunum áður. Ógreitt er hvussu nógvar kvinnur bjóðaðu seg fram til Løgtingsvalið í 1994, men í ár eru færri kvinnur, enn tað hava verið seinastu 20 árini.

 

Les eisini: Valrætt í 100 ár

  

33 fólk kunnu vinna sær løgtingssess, og tískil útilokar tað ikki møguleikan fyri, at kvinnuumboðanin í sjálvum Løgtinginum kann vaksa. Veruleikin er tó, at einans 28 prosent av teimum uppstillaðu eru kvinnur, meðan 72 prosent eru mannfólk.

 

Skift á flokkarnar, stendur serliga illa til hjá Nýggjum Sjálvstýri, ið einans hevur tvær kvinnur á listanum av 17 valevnum - ella sløk 12 prosent - meðan tær fýra kvinnurnar á Miðflokkalistunum svara til ein fjórðing av teirra lista.

 

Størru samgonguflokkarnir, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, hava ávikavíst seks og sjey kvinnur, svarandi til 21 og 23 prosent av teimum uppstillaðu.

 

Einasti flokkur, sum leggur seg at tilmælunum til ráð og nevndir sambært javnstøðulógini, er Framsókn. Tilmælini eru, at býti ikki skal vera skeiklað meiri enn 60-40 prosent. Á listanum hjá yngsta flokkinum á tingi eru níggju manns og átta kvinnur eru uppstillaðar, svarandi til 47-53.

 

Á listunum hjá størru andstøðuflokkunum, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, ið áður hava lagt orku í javnstøðumál, er bert ein góður triðingur av valevnunum kvinnur.

 

Undan valdegnum 1. september eru 10 av 33 tinglimum kvinnur, meðan bert ein av sjey landsstýrisfólkum er kvinna.

 

Sí kynsbýtið skift á flokkarnar í ár her

Sí uppgerðina hjá Norðlýsinum yvir undanfarin ár her