Vestmanna bygdarráð samtykti á fundi 9. november fíggjarætlanina fyri 2016. Frá 1. januar komandi ár lækkar kommunuskattaprosentið úr 22 prosentum og niður í 21,5 prosent. Barnafrádrátturin hækkar við 1.000 krónum og verður sostatt 5.000 krónur.
Foreldragjøldini til barnaansing vera tey somu, 1.800 krónur fyri dagstovnapláss og 1.100 krónur fyri frítíðarstovupláss.
Vestmanna kommuna veit at siga, at um ársskiftið 2015/2016 verður samlaða skuldin hjá Vestmanna kommunu komin niður á 30 miljónir krónur.
- Í 2016 er ætlanin at gera fleiri ábøtur á bæði bygningar, vegir og annað, sum hevur verið niðurraðfest tey seinastu árini orsakað av bygging av fyrst Heiminum á Grønanesi og síðan Læknamiðstøðini.
Vestmanna kommuna sigur, at arbeiðir, sum verða sett í verk í 2016, eitt nú eru asfalttering og vegagerð (6 miljónir), havnin/ umvælingar (1,250 miljónir), skúlin/ tak, ljóðdoyving, vindeygu, brúgv, svimjihylur og annað (935.000), hylurin við John'sa handil (400.000), kloakkir (300.000), Stigabilur (300.000) og John'sa handil/ umvælingar innan og uttan (200.000).
Aftrat hesum skulu sýslumanshúsini/ tak hava (300.000), barnagarðar, útlufting/ uttanumøki (150.000), kirkjugarðar, ljós (150.000), liðugtgerð av plássinum, har Geilin stóð (150.000), projektering av 2. parti av útstykkingini uppi í Vestri (150.000), telduútbúnaður til skúlan (100.000).