Læna 16 miljónir krónur til íløgur

Runavíkar býráð samtykti á fundi 26. november fíggjarætlanina fyri 2016.

Runavíkar býráð samtykti á fundi 26. november fíggjarætlanina fyri 2016. Skattaprosentið verður óbroytt, 22 prosent, og barnafrádrátturin verður 5.000 krónur fyri hvørt barnið. Samtykt er eisini at lækka ansingargjøldini fyri 2016 við umleið 5 prosentum, sum eisini varð gjørt fyri 2015.

 

Mettu inntøkurnar hjá Runavíkar kommunu fyri 2016 eru 175,2 miljónir krónur, og rakstrarútreiðslurnar verða 136,4 miljónir. Fíggjarkostnaðurin verður 16 miljónir krónur, og íløgurnar verða 38,8 miljónir krónur.

 

Íløgur, sum ætlanin er at gera í Runavíkar kommunu í 2016, eru eitt nú liðugtgerð av náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta í Søldarfirði, dagføring av ítróttarhøllini á Skála, vatnverkætlanin á Skála skal gerast liðug, og spillivatnsætlanin hjá kommununi fer at halda fram.

 

Kongshavn og Beta-bryggjan skulu eisini bindast saman, og fyrireikingar skulu gerast til bygging av svimjihøll.

 

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, sigur, at inntøkurnar av persónsskatti fyri 2016 eru mettar til 2 prosent hægri enn í 2015. Raksturin er øktur við stívliga 6 miljónum krónum orsakað av eldraøkinum, víðkan av forskúlanum og víðkan av frítíðaransingini. Haraftrat koma lønarhækking og prísvøkstur.

 

- Umframt hesar íløgur er ætlanin at fremja aðrar størri og smærri verkætlanir kring um í kommununi, og neyðugt verður at taka lán á 16 miljónir krónur at fíggja hesar íløgur, sigur Magnus Rasmussen.