Ólafur meiriluta

Nógv bendir á, at Ólafur Ragnar Grimsson verður afturvaldur til íslendskan forseta á valinum í summar.
Ein nýggj meiningakanning, sum útvarpsstøðin Bylgjan hevur gjørt, gevur forsetanum 50,2 prosent av atkvøðunum. Tann einasti veruligi avbjóðarin, Þóra Arnórsdóttir, fær í kanningini 33,2 prosent. Tey bæði fáa nógv ta størstu undirtøkuna av valevnunum, og Ari Trausti Guðmundsson, er á triðja plássi við 8,7 prosentum.