Nú skal tað ikki longur bara vera ein útbúgving frá einum ávísum skúla, sum gevur rætt til at verða prestur í føroysku fólkakirkjuni. Tað ætlar Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.
Sum støðan er nú, er tað bara tey, sum hava lokið prógv á Gudfrøðiskúlanum í Keypmannahavn, sum kunnu verða prestar í Føroysku Fólkakirkjuni.
Men hereftir skal tað verða innihaldið í útbúgvingini, sum verður avgerðandi fyrri, um ein kann fáa starv í fólkakirkjuni og ikki eitt stempul frá einum ávísum skúla.
Seinastu tíðina hevur ein bólkur arbeitt við málinum og hevur kannað eftir, hvussu prestaútbúgvingin skal vera fyri at kunna fáa starv í fólkakirkjuni, uttan at fakliga støði á nakran hátt verður lækkað.
- Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði og nú er málið komið so mikið langt, at eftir ætlan verður uppskot um til eina nýggja lóg um størv í Fólkakirkjuni løgd fyri Løgtingið í heyst, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur, at tað, sum nú verður avgerðandi, er, hvussu útbúgvingin er sett saman og at tey ymsu fakini skulu lúka ávísar treytir, sama hvørjum skúla, útbúgvingin er tikin á.
Í hesum sambandi verður hugsað um, at útbúgvingar úr Noregi, Danmark og Íslandi skulu eisini verða førleikagevandi til eitt preststarv í Føroyum, er útbúgvingin á einum ávísum støði.