Meðan flestu venjarar halda kortini tætt at kroppinum og helst siga sum minst undan einum avgerandi dysti, hevur Lars Lagerbäck tað heilt øðrvísi. Í sínum vanliga róliga stíli greiddi svenskarin longu fríggjadagin frá á tíðindafundi, hvussu hann ætlaði, at íslendska landsliðið skal spæla ímóti fraklendingum.
Mong vildu kanska gitt, at hansara fremsti tanki var, hvussu hann skal fáa steðga fronsku stjørnunum, men soleiðis hugsar garvaði taktikkarin slett ikki: – Tað er eingin ivi um, at tað, ið hevur mest at siga fyri okkum, er at fáa ferð á umstillingina, tí vit ivast ikki í, at tað er eitt álopskent franskt lið, ið møtir okkum, segði Lars Lagerbäck fyri tíðindafólkunum.
– Fyri okkum er størsti og avgerandi spurningurin, hvat vit gera, tá vit vinna bóltin. Tað er har, vit skulu royna at fáa meira burturúr og taka okkum fram, og tað er eisini tað, vit hava gjørt hesar seinnu dystirnar, segði svenski landsliðsvenjarin hjá íslendingum, sum hevur megnað at fingið liðið hjá sær at fokusera fult og fast á uppgávuna í hvørjum einasta dysti higartil.
Tað er sjálvandi eisini avbjóðingin ímóti Fraklandi, men framvegis heldur Lagerbäck fast í, at umstillingsspælið hevur størst týdning. – Vit mugu vera uppaftur dugnaligari til at fáa flutt okkum skjótt úr verjustøðu í álop, um vit skulu hava ein møguleika ímóti Fraklandi, segði Lars Lagerbäck.