Lagið er gott í Klaksvík

Síðani Víkingur sá dagsins ljós í 2008, hevur KÍ bara einaferð áður vunnið á útivølli ímóti teimum ljósabláu, sum tá spældu í Fuglafirði

Inntil hósdagin vóru HB og Víkingur ósigrað. Hósdagin tapti HB 3-2 ímóti grannunum í B36, og Víkingur tapti 2-0 á heimavølli ímóti KÍ.

Víkinga tapið var tað fyrsta á heimavølli í knappliga tvey ár. Síðsta heimatapið í landskappingini undan hósdegnum var 25. mai 2014. Tá tapti Víkingur 2-1 í Sarpugerði ímóti B36, sum verður mótstøðuliðið í Sarpugerði ídag.

KÍ sigurin var tann fyrsti ímóti Víkingi á útivølli síðani 20. mai 2012, tá ið klaksvíkingar fóru undir fjørðin aftur við 1-0 sigri. Ta ferðina átti Víkingur heimavøll í Fuglafirði, tí tað varð arbeitt við at skifta vøllin í Sarpugerði út. Undan hósdegnum hevði KÍ ongantíð vunnið í Sarpugerði ímóti Víkingi, sum hevur verið í bestu deildini síðani 2008.

-Nú blanda vit okkum upp í toppin. Hetta er tað, sum vit hava droymt um. Verjuspælið er gott nú, og hetta sær gott út, sigur tvífaldi málskjúttin í Gøtu, Jóannes Bjartalíð.

 

Tað vóru næstan níggju ár frá 2-0 KÍ sigrinum hósdagin og aftur til næstsíðsta sigurin í Sarpugerði í landskappingini. Hann vann KÍ 12. august 2007, tá ið danski Danni Conteh skoraði einsamalla málið longu í triðja minutti.

 

Sigurin í Gøtu ber við sær, at KÍ er á fjórða plássi. KÍ var á fjórða plássi eftir sigurin  í fyrsta umfari í Trongisvági. Annars hava klaksvíkingar ikki verið so ovarlaga á talvuni síðani annað umfar í 2015.

 

 

Í dag eigur KÍ heimavøll ímóti B68, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.

Toftamenn hava ofta staðið seg væl ímóti KÍ. Tá ið teir í 2014 fluttu niður, vunnu teir sjey stig ímóti KÍ - 0-0 í Klaksvík og 5-3 og 1-0 á Svangaskarði. Í 2012 vann KÍ 3-0 í Klaksvík og 2-0 og 3-1 á Toftum.