Meistarastríðið í kvinnukappingini í fótbólti er aftur víðopið. Tá ið KÍ sekstanda august vann 2-1 á heimavølli ímóti EBS/Skála, sá tað út til, at KÍ enn einaferð fór at vinna FM.
KÍ kvinnurnar hava framvegis møguleika at vinna átjanda FM heitið á rað, men eftir dagsins dystir er spenningur í.
EBS/Skála átti í dag heimavøll ímóti ÍF/Víkingi. Dysturin varð spældur á Eiði, og tað endaði við 4-0 heimasigri. Í EBS/Skála leguni fegnast tey um sigurin, og fagnaðurin er uppaftur størri av tí, at tað í Gundadali endaði 1-1 millum HB og KÍ. HB legði seg framum, KÍ javnaði, og fram ímóti dystarenda var trýtstið stórt ímóti HB málinum, uttan at tað eydnaðist KÍ at skora sigursmálið.
Úrslitini bera við sær, at EBS/Skála hevur 45 stig fyri seytjan dystir, og KÍ hevur 40 stig fyri fimtan dystir. Kappingin fevnir um tjúgu umfør, og í síðsta umfari, sum verður sjeynda oktober, eigur EBS/Skála heimavøll ímóti KÍ. Tað kann væl fara at vísa seg, at talan verður um finalu um FM heitið, sum KÍ kvinnurnar hava vunnið seytjan ferðir á rað.
B36 hevði í dag vitjan av B68, og har var úrslitið 1-1.