Nú klokkan 10 byrjaði fundurin hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki.
Kaj Leo Holm Johannesen, ið kom aftur av Jersey í gjár, boðaði í gjárkvøldið frá, at landsnevndin var kallað inn til fundar í morgun.
Sum skilst, eru tað fimm limir í starvsnevndini, sum hava biðið landsnevndina koma saman til hendan fundin.
Fólk byrja so spakuliga at koma á fund, men eingin vil gera stórvegis viðmerkingar til málið. Umboð fyri flestu lokalfeløgini eru komin, meðan tingmanningin higartil er gott og væl fullmannað. Fyri løtu síðani kom Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sjálvur, umframt Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Í landsnevndini sita umboð fyri øll lokalfeløgini, løgtingslimirnir umframt landsstýrismenn floksins og løgmaður.
Evnið á fundinum er ein eftirmeting av júst farna fólkatingsvali, komandi løgtingsval, umframt úrslitið av kanningini hjá Hans Gammeltoft-Hansen.
Løgmaður hevur í kjalarvørrinum av framløguni hjá danska kanningarleiðaranum biðið um umbering, umframt at hann hevur gloppað hurðina fyri at fara frá sum formaður.
In.fo fylgir fundinum víðari.