Lagnuløta í Gundadali

Bæði fyri B36 og NSÍ er tað møguleikin fyri at vera við í toppstríðnum, sum stendur upp á spæl í annaðkvøld


Møguleikin fyri at vera við í toppstríðnum stendur upp á spæl, tá ið B36 mikukvøldið fær vitjan av NSÍ. Talan er um útsettan dyst frá 16. umfari, tá ið B36 var upptikið av europeisku kappingini, sum nú skal fáast frá hondini.
                      NSÍ hevur verið tríggjar ferðir í Gundadali í ár, og teir hava bara fingið eitt stig. Teir hava tapt tvær ferðir móti HB, men teir megnaðu 1-1 móti B36.
                      Hjá B36 er tað ivasamt, um miðvallarin Mikkjal Thomassen og álopsspælarin Bergur Midjord verða førir fyri at spæla. Báðir lyklaspælararnir fóru av vøllinum, tá ið B36 sunnudagin vann móti oddaliðnum EB/Streymi.
                      Tað er møguleiki fyri, at ungu menninir, sum fyrr í ár hava staðið seg so væl, fara at fáa kjansin. Eitt nú Johan Ellingsgaard og Johan V. Gunnarsson.
                      Hjá B36 ræður tað um at finna stevið frá sunnudegnum og fyri alt í verðini ikki at detta í vánaligu grøvina, sum teir vóru í næstsíðsta leygardag, tá ið teir høvdu vitjan av KÍ. Tann dystin hava teir í B36 sjálvandi gloymt!
 
Trý leikbann
Í NSÍ var tað stórt vónbrot, tá ið teir enn eina ferð snávaðu, tá ið teir sunnudagin á heimavølli skuldu lyfta seg upp á síðuna av oddaliðnum.
                      Móti B36 eru tríggir av NSÍ spælarunum leikbannaðir. Miðvallarin Jústinus R. Hansen hevði bara verið lítla løtu á vøllinum, tá ið hann eftir tvey gul kort sá reytt móti HB. Brynjolvur Nielsen hevur verið vongverji í høgru mest sum alt árið. Sunnudagin er málskjúttin móti HB leikbannaður, tí hann hevur ov nógv gul kort á kontini. Og síðani er tað málmaðurin Jens Martin Knudsen, sum fekk tveir dagar leikbann fyri reyða kortið í Fuglafirði.
Stóri spurningurin er, hvønn Trygvi Mortensen fer at seta á høgra vongverja. Ein møguleiki er vinstrabeinti Einar Hansen, og ein annar møguleiki er Helgi L. Petersen, sum higartil í ár hevur verið álopsspælari, miðvallari og miðverji.
                      Petur Reinert verður 23. maðurin á vøllinum í Gundadali mikukvøldið.