Lagt er upp til eitt spennandi endaspæl

Hondbóltur: Bæði Kyndil og Neistin hava styrkt seg til endaspælið, sum ikki sær út til at gerast serliga stuttligt hjá føroyameistarunum úr Vestmanna

Hondbólturin er farin í holt við seinna part av kappingini, og tað sær framvegis sera spennandi út.

Føroyameistararnir úr VÍF hava tað ikki so lætt í løtuni, og tað er eitt sindur óvæntað, at teir í løtuni liggja heilt niðri á fimta plássi.

Enn eru teir bert trý stig aftanfyri tey bæði fremstu liðini, og tað kann skjótt vinnast inn aftur, men tað man hava givið vestmenningum nakað at hugsa um, at teir nú hava tapt fýra ferðir á rað á heimavølli.

Hinvegin er tað eisini eitt sindur óvæntað, at Neistin skal standa seg so væl, sum teir gera. Neistamenn eru í løtuni á fjórða plássi, og teir hava møguleika fyri at koma heilt upp á fremsta plássið, tá teir í annaðkvøld spæla á heimavølli móti Tjaldrinum.

Liðini, sum í løtuni síggja sterkast út, eru H71, StÍF og Kyndil.

Serliga H71 og StÍF tykjast vera væl fyri, og bæði hoyvíkingar og strandingar hava vunnið í Vestmanna í endaspælinum.

Komandi leygardag spæla júst H71 og StÍF í Havn, og tað kann blíva ein branddystur. Áhugavert verður at síggja, hvussu StÍF fer at klára seg uttan toppskjúttan John Petersen, sum er í Schweiz í fótbóltsørindum (lesið annars aðrastaðni á síðuni).

Kyndil er framvegis millum FM-favorittarnar, hóast avrikið móti Tjaldrinum sunnudagin ikki var sannførandi. Næsti dystur hjá Kyndli er sunnudagin á heimavølli móti kreppurakta VÍF, og eisini hetta kann blíva ein rimmar dystur.

Neistin er eisini við, og hvør veit, um teir ikki kunnu lumpa øll hini liðini, tá avtornar. Neistamenn hava styrkt seg við Tróndi Hansen og Heina Joensen, og tað kann vísa seg at geva júst tað eyka, sum er neyðugt fyri at standa seg í kappingini við hini oddaliðini.


Kyndil og VÍF draga frá

Hjá kvinnunum hava Kyndil og VÍF lagt eitt sindur av sjógvi millum seg og hini liðini, men heldur ikki her er nakað avgjørt enn.

Stjørnan og Neistin eru við enn, og við sigrinum á VB fekk StÍF aftur samband við oddaliðini.

Komandi leygardag skal StÍF til Klaksvíkar. Um tað her eydnast Stjørnuni at vinna, kunnu tær rættiliga seta eld í toppin av kappingini, tí í Havn spæla Kyndil og VÍF, og um tað ikki eydnast Kyndli at vinna her, verður tað aftur javnari millum tey ovastu liðini.

Neistin er eisini framvegis við í kappingini, og teirra næstu dystir eru móti botnliðunum GÍ/Tjaldrinum og VB, so her skuldi verið møguleiki fyri fýra skjótum stigum til Neistakvinnur. Men tað er sjáldan lætt at spæla móti VB í Vági, og hóast VB-liðið einki stig fekk hetta vikuskiftið, er liðið als ikki so ringt, sum úrtøkan í stigum higartil ber boð um.