NORÐOYASTEVNU KAPPRÓÐUR
Um fyrsti FM kappróðurin verður nýttur sum grundarlag at meta vánirnar fyri nýggja kappingarárinum út frá - og tað er sjálvsagt tað besta grundarlagið av øllum - so kann ikki sigast annað, enn at alt bendir á, at 2004 kappróðrarárið fer at verða ógvuliga tætt og harvið spennandi.
Nógvu tey undanfarnu árini hevur tað á Norðoyastevnu verið soleiðis, at ein og ofta fleiri vinnararar hava verið ógvuliga sannførandi. Tað hevur verið upplagt at tosa um uppvísningsróður.
Á Norðoyastevnu bilti róðrunum einki. Men talan var ongantíð um uppvísningsróður, um tað hugtakið verður skilt soleiðis, at fremsti báturin er eina og fleiri bátslongdir frammanfyri kappingarneytarnar. Tað er ofta komið fyri í fyrstu FM kappingini í Klaksvík, at onkur vinnari hevur verið tríggjar bátslongdir og meiri enn tað undan teimum næstu.
Eingin meistari fremstur
Merkisvert var tað eisini á Norðoyastevnu, at eingin av bátunum, sum var bestur í fjør, vann hesa ferð. Í fjør var Sílið meistari í dreingjakappingini. Gongurólvur var meistari í kappingini hjá kvinnum, og Drekin var bestur í gentukappingini. Smyril vann FM í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, Ørvur var besta 8-mannafarið, og Eysturoyingurin var stinnastur av 10-mannaførunum.
Leygardagin vann Sílið gentukappingina, og Jarnbardur var bestur í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Besti dreingjabáturin var nýggi Spógvin, sum Kappróðrarfelagið NSÍ eigur. Sundabáturin, sum var nýggjur bátur í fjør, og sum teir í Norðdepli og Hvannasundi eiga, vann fyri fyrstu ferð kappingina millum 6-mannafør við monnum. Argjabáturin var fyrstur á mál í kappingini millum 8-mannafør, og í spennandi kappingini millum 10-mannaførini var Havnarbáturin fremstur.
Í øðrum ítróttargreinum verður tað lagt til merkis, tá ið FM vinnarin ikki stendur seg væl í næstu kappingini. Tað verður eisini lagt til merkis í kappróðrinum, tá ið meistarin ikki stendur seg væl. Orsøkirnar til at bátar standa seg verri eitt ár og betri eitt annað ár, kunnu vera tær somu í kappróðrinum, sum tær eru tað í øðrum ítróttargreinum. Eitt nú kann manningin ella partar av henni vera farin í annan bát, og tað kann sjálvandi eisini koma fyri, at venjingarstøðan er betri ella verri, enn hon var undanfarna árið.
Trý feløg í høvuðsstaðnum
Í fjør var Havnar Róðrarfelag rættuliga sannførandi. Tey vunnu fýra FM heiti. Hóast fyrsti FM róðurin ikki boðaði frá, at tað skal ganga so eftir ánni hjá størsta felagnum í ár, sum tað gjørdi í fjør, so er møguleiki fyri tí. Havnar Róðarfelag vann tvær kappingar. Spildurnýggja Sílið vann genturóðurin, og Havnarbáturin var fremstur í kappingini millum 10-mannaførini. Knørrafelagið vann kvinnukappingina við Jarnbardi, og Argjabáturin syrgdi fyri fjórða sigrinum til høvuðsstaðin.
Fyri kappróðurin og áhugan kring landið sum heild var tað rættuliga hugaligt, at Sundabáturin úr Norðdepli og Hvannasundi vann kappingina millum 6-mannaførini við monnum. Harvið varð staðfest, at tað enn ber til hjá plássi, har traditiónirnar fyri kappróðri hava verið burtur í mong ár, at bjóða av og vinna.
Spildurnýggi dreingjabáturin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Spógvin, var fyrsti báturin, sum í hesum kappingarárinum fekk sjey stig. Hann var størsta róðurin av øllum.
Longu nú leygardagin verður næsti FM kappróðurin. Hann verður á Eystanstevnuni, sum verður í Runavík. Tá verður uppgávan hjá vinnarunum í Klaksvík at verja fremsta plássið á støðutalvuni, og hjá teimum, sum sótu eftir við kensluni av, at tað á Norðoysastevnu ikki gekk, sum tey høvdu ætlað, og sum tey kanska høvdu væntað, at tað fór at ganga, verður nýggjur møguleiki at vinna stig, steyp og heiður. Gongdin og úrslitini leygardagin bendu á, at tað er lagt upp til eitt kanón spennnandi róðrarár.