B36 setti met sunnudagin. Teir vunnu 15?0 á FS Vágar, og harvið lyftu teir seg enn eina ferð í hesum kappingarárinum upp um grannarnar í HB. Hesar seinastu vikurnar hava verið góðar hjá B36, meðan tað hevur skorist heilt illa hjá HB. B36 skal spæla finalu á Tórsvølli á ólavsøku, meðan HB fall í hálvfinaluni. Sunnudagin lyfti B36 seg upp um HB á støðutalvuni, og sunnudagin tók B36 metið frá HB, sum frammanundan hevði vunnið størsta sigurin nakrantíð í landskappingini.
Stórsigrarnir í nýggjari tíð
15?0 sigurin hjá B36 er tann størsti nakrantíð í landskappingini. Í steypakappingini er tað onkuntíð komið fyri, at sigrarnir hava verið størri, men tað telur ikki við í hesum førinum, tí tá hevur talan verið um uppgerðir ímillum lið, sum ikki hava verið í somu deild í landskappingini.
Tað er komið fyri fleiri ferðir tey seinastu árini, at talan hevur verið um sigrar við tíggju málum, og hvørja ferð hava sumbingar lagt rygg til. Tvær ferðir ímóti B36 og eina ferð ímóti GÍ.
Í fjør vann B36 í 4. umfarinum 11?1 á Sumba í Gundadali, og í 1998 var munurin tann sami. Ta ferðina vann B36 í 12. umfarinum 10?0 á Krossinum.
GÍ eigur eisini ein tíggju mála sigur at vísa á. Tað var í 1998, tá sumbingar í Sarpigerði løgdu rygg til 10?0 tap.
Frá 1976 og fram til 1987 vóru átta lið í bestu deildini. Hesi árini var eingin sigur so stórur, sum teir, ið eru nevndir omanfyri.
HB hevði takið á ÍF
Inntil síðsta sunnudag var størsti sigurin nakrantíð í landskappingardysti vunnin 1. august í 1971. Hetta árið høvdu fuglfirðingar dittað sær at bjóða hinum liðunum í 1. deild av.
HB var sera væl fyri. Teir høvdu vant nógv í summarsteðginum, meðan fuglfirðingar als ikki vóru í venjing, tá teir tríggjar dagar eftir ólavsøku komu á eyrvøllin í Gundadali, sum nógva regnið hevði broytt til hyljar og runudýki.
Úrslitið var 14?2. ÍF kom á odda, og Sam Jacobsen skoraði bæði málini hjá ÍF. Tveir núverandi løgtingsmenn vóru á ÍF liðnum hjá ÍF. Teir vóru Signar Hansen, sum nú eitur á Brúnni, og so Jógvan á Lakjuni.
HB hevði gott tak á fuglfirðingum um hetta mundið. Ikki minst á vøllinum í Fuglafirði, sum tá var nógv minni, enn hann er nú. Tá HB fyrireikaði seg til dystin í Fuglafirði í 1972, merktu teir vøllin í Gundadali, soleiðis at merkta økið hevði somu stødd sum vøllurin í Fuglafirði. Teir spentu tvein fyri at fáa røttu vallarbreiddina, og tað loysti seg. HB vann 13?1, og Jákup Frants Larsen, sum nú er kommunuskrivari í Fuglafirði, skoraði einasta málið hjá heimaliðnum.
Stórsigrarnir í gamlari tíð
Tað kann væl vera, at okkurt er farið burtur ímillum hjá okkum, tá vit hava leitað uppaftur longri aftur í tíðina. Men vit hava funnið tveir dystir, har FM vinnararnir frá í fjør, VB, hava lagt rygg til rættulig stórtap. 9. juli í 1950 var tað einki stuttligt at vera vágbingur á Tvøroyri. Henda dagin vann TB á Sevmýri 13?1 ímóti VB.
Og 23. mai í 1953 var aftur heilt galið hjá VB. Tá taptu teir 13?0 í landskappingardysti í Klaksvík. John Reid Bjartalíð roynir í 50 ára minningarritinum hjá KÍ at bera í bøtuflaka fyri vágbingar. Um orsøkina til størsta sigurin nakrantíð hjá KÍ í einum landskappingardysti sigur hann, at VBarnir vóru illa fyri henda dagin. Teir høvdu havt sera langa tíð um norðurferðina, og harafturat var liðið veikt mannað.
Fyrstu árini eftir at tað í 1942 var varið undir landskappingina í fótbólti, var kappingin skipað í bólkum. Í 50 ára minningarritinum hjá HB verður nevnt, at TB í 1942 vann 14?0 á Sevmýri ímóti HB. Hetta var ikki í landskappingini, men HB legði tíðliga í tíðini rygg til stórtap. Jógvan Arge sigur í 50 ára minningarritinum at fyrsta lið kollapsaði í 1945. Tað árið taptu teir 10?0 ímóti B36 og Herluf Mikkelsen, sm var kvikur og hevði sjáldsama góðan teknikk, skoraði átta mál. Aftaná tapti HB 8?0 í Klaksvík og 9?0 í Gundadali ímóti KÍ, og so var einki annað at gera, enn at taka fyrsta lið úr landskappingini, hevur Jógvan Arge lisið í gerðabókini.
Lakjumeninir og Fuglafjørður
Nú mugu vit koma aftur til yvirskriftina til hesa greinina. Vit skulu ikki lata salt í sárið hjá vágamonnum, men eftir 15?0 ósigurin sunnudagin, er tað ein veruleiki, at teir hava ivasama metið í varðveitslu.
Fuglfirðingar hava havt størsta tapið hangandi á sær síðani 1971. Tað gongst einki hjá ÍF í næstbestu deildini, men í Fuglafirði kunnu tey senda avkominum hjá góðum fuglfirðingum eina vinarliga heilsan.
Magni á Lakjuni skoraði sunnudagin fýra mál ímóti FS Vágar, og Heðin á Lakjuni var toppskjútti við fimm málum. Magni er sonur Harry á Lakjuni, og Heðin er sonur Victor á Lakjuni. Teir eru fuglfirðingar, synir hjá Jákupi Oluf á Lakjuni, sála. Lakjumenninir hava altíð verið óførir í fótbólti, og nú vóru tveir av teimum við til at lyfta okið, sum hevur hingið á ÍF í 30 ár, burtur av felagnum, sum flestu Lakjumenninir hava lært at spælt fótbólt í.
Heðin á Lakjuni er uppvaksin í Klaksvík og hevur spælt við KÍ, men pápi hansara, Victor á Lakjuni, spældi eitt sindur við ÍF fyri meiri enn tredivu árum síðani.
Pápi Magna á Lakjuni hevur ikki spælt nakað serligt, tí Harry hevur altíð verið skipsmaður. Men tað er ikki undarligt, at Magni er ein góður fótbóltsspælari. Umframt genini á Lakju síðuni, so skal tað ikki gloymast, at Meinhardt Dalbúð er mammubeiggi hansara. Meinhardt var toppskjútti, tá ÍF í 1979 vann FM, og síðst í áttati árunum spældi hann við B36, sum sunnudagin ? m. a. við góðum stuðli frá fuglfirðingum ? syrgdi fyri, at Svarti Per varð fluttur úr Fuglafirði og vestur í Vágar.