Lakrids-stjóri skal geva vinnuni íblástur

Johan Bülow, stjóri í lakrids, Bogi Bech Jensen, stjóri og professari á Fróðskaparsetur Føroya, og Jonas Ridderstråle, sum er heimskendur fyri sínar bøkur um leiðslu og vinnulív – fara hvør í sínum lagi at seta sín dám á vinnudagin, sum verður í Norðurlandahúsinum 24. september.

 

Johan Bülow, stjóri í lakrids, Bogi Bech Jensen, stjóri og professari á Fróðskaparsetur Føroya, og Jonas Ridderstråle, sum er heimskendur fyri sínar bøkur um leiðslu og vinnulív – fara hvør í sínum lagi at seta sín dám á vinnudagin, sum verður í Norðurlandahúsinum 24. september.

 

Umframt teir tríggjar, verður eisini kjak, sum tey í Vinnuhúsinum vænta verður eins væleydnað og undanfarin ár.

 

Vinnudagurin 2014 hevur fingið heitið »Vinnan hittist til samveru og íblástur«.

 

Ymisk evnið verða á Vinnudegnum 2014 viðgjørd og lýst við fyrilestrum og kjaki. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

 

Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og spennandi kjak, sum aftur í ár verður í Norðurlandahúsinum, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í óformligum umhvørvi.

 

Dr. Jonas Ridderstråle, ið er serliga kendur fyri sínar fyrilestrar og bøkur um leiðslu og vinnuligar avbjóðingar, fer at halda fyrilestur um, hvussu nýskapandi fyritøkur endurnýggja strategi, leiðslu og fyrisiting, og hvussu tær soleiðis verða betri kappingarførar. Dr. Jonas Ridderstråle gjørdist heimskendur sum annar av rithøvundunum av metsølubókini “Funky Business - Talent Makes Capital”.

 

Johan Bülow, stjóri og stovnari av Lakrids by Johan Bülow, fer at greiða frá, hvussu hann, einans 23 ára gamal, byrjaði egna fyritøku á Bornholm, sum í dag er á luksusmarknaðinum í ikki færri enn 16 londum.



 

Triði fyrilesturin verður við Boga Bech Jensen, stjóra og professara á Fróðskaparsetur Føroya. Bogi Bech Jensen er júst fluttur heim til Føroya eftir í nøkur ár at hava undirvíst á Danmarks Tekniske Universitet, har hann m. a. fekk eina virðisløn fyri at vera besti undirvísari. Bogi Bech Jensen fer á Vinnudegnum at greiða frá, hvussu lærdir háskúlar kunnu hjálpa vinnuni við kanningararbeiði og við strategiskari vørumenning.

 

Kjakinum hesaferð fara Stefan í Skorini og Óluva Zachariassen at taka sær av.