Laksáfoss: Búskapurin veit ikki at tað er valár

- Eg havi allatíðina sagt, at eg virði samgonguskjalið, og eg vil heldur koma við boðum uppá, hvat kann gerast, enn hvat ikki kann gerast, sigur Magni Laksáfoss, ið ikki skilir, at samgongulimir hava verið so bonskir í orðum.

Hann minnir á, at at tað er týdningarmiklari at tosa um tann upphitaða búskapin enn at løgtingsval nærkast

POLITIKKUR


Myndir: Jens Kr. Vang



Eftir at Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, læt prenta eina kronikk í Sosialinum, ið setti spurnartekn við tað at samantvinna samhaldsfasta við skattalætta, umframt at koma við konkretum uppskotum til, hvussu føroyski búskapurin kann tálmast, hevur hetta elvt til hvassar viðmerkingar frá m.ø. samgongufeløgum.

Eitt nú segði Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum í Sosialinum í gjár, at um Magna Laksáfoss ikki dámdi luktin í bakarínum, átti fíggjarmálaráðharrin at funnið sær annað arbeiði.

Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum segði seg sakna politiskt medvit hjá Magna Laksáfoss og helt, at landsstýrismaðurin átti at hugsað um tálma á rakstarsíðuni heldur enn á íløgusíðuni.

Í blaðnum í dag skrivar fólkafloksmaðurin Óli Breckmann m.a., at »síðan Magni Laksáfoss kom í FMR, hevur hann niðurgjørt arbeiðið, sum Bárður Nielsen røkti so væl vegna sín flokk og samgongu«.


Drýggja íløgurnar


Magni Laksáfoss stendur tó við tað hann hevur sagt, nevniliga at tann føroyski búskapurin er upphitaður og skal tálmast.

- Tíðin er komin, at vit taka støðu til tann búskaparliga veruleikan, sigur hann.

Til viðmerkingarnar hjá Anfinni Kallsberg um, at vit heldur áttu at tálmað rakstarútreiðslunum, sigur landsstýrismaðurin, at í øðrum londum og sambært búskaparligum ástøði er vanligt at drýggja ella framskunda íløgurnar alt eftir tørvi ella at regulera hetta gjørgnum inntøkusíðuna, t.d. skatt.

- Men samgongan hevur avgjørt at gera hetta gjøgnum fíggjarlógina, og hetta haldi eg meg til, sigur Magni Laksáfoss.

Hann vísir á, at aðrastaðni er vanligt at vera varin við skattaviðurskiftum. M.a. hevur stjórnin í Danmark leingi havt ein sokallaðan skattasteðg ella »skattestop« heldur enn at geva skattalættar, hóast tað gongur væl búskaparliga



Lítla samgonga og landsstýrið eru kunnað


Magni Laksáfoss undrast á, at tað serliga eru hansara orðingar um skatt, sum hava elvt til orðadrátt.

- Hetta hevur verið til viðgerðar í landsstýrinum og í lítlu samgongu, sigur Magni Laksáfoss. Hann sigur, at bæði Jørgen Niclasen og Kristian Magnussen eiga sess í lítlu samgongu, og tí vita hvat gongur fyri seg, og at onkur fólkafloksmaður eisini hevur heitt á hann um at viðgera skattaviðurskifti.

- Eg havi allatíðina sagt, at eg virði samgonguskjalið, sigur Magni Laksáfoss, ið ikki skilir, at samgongulimir hava verið so bonskir í orðum.

- Men nú er tíð uppá, at koma við onkrum konstruktivum.

- Tað er ov nógv fokus uppá, hvat ikki ber til, enn hvat ber til.

- Eg vil heldur koma við boðum uppá, hvat kann gerast, enn hvat ikki kann gerast, sigur fíggjarmálaráðharrin, ið eftirlýsir uppbyggjandi orðaskifti um føroyska búskapin.



Heldur tosa um búskap enn val



Landsstýrismaðurin er ikki samdur við Óla Breckmann, sum í sínum lesarabrævi vil vera við, at føroyski búskapurin stýrir sær sjálvum.

- Tað er ikki rætt, og tað hava vit sæð áður, sigur Magni Laksáfoss um føroyska búskapin.

Tað er týðiligt, at landsstýrismaðurin heldur vil tosa um økonomi enn um orðadrátt um seg sjálvan. Men spurdur, hvat hann sigur um útsagnirnar um, at honum tørvar politiskt medvit og er meira búskaparfrøðingur enn politikari, sigur fíggjarmálaráðharrin:

- Hatta eru teirra útsagnir. Tað er møguligt at tað eru ov fáar hugsanir um búskap í føroyskum politikki.

- Men tað er neyðugt at koma við uppskotum. Hitt er ókonstruktivt, sigur Magni Laksáfoss, sum ikki hevur hug at gera stórvegis viðmerkingar til útsagnirnar hjá t.d. Kristiani Magnussen um, at hann skal finna sær annað starv, um honum ikki dámar luktin í bakarínum.

- Eg havi fingið heimild til at tálma búskapinum gjøgnum fíggjarlógina, og tað geri eg.

Spurdur, um tað kennist, sum tað ofta heldur verður farið eftir manninum enn bóltinum, nú tað stundar til val, sigur Magni Laksáfoss:

- Vit eiga at leggja til síðis, at tað er val, og heldur tosa um at tálma búskapinum.

- Búskapurin veit ikki av, at tað er valár. Nú er sanniliga tíð uppá koma við konstruktivum uppskotum, sigur landsstýrismaðurin. 





FAKTA


Sambært Magna Laksáfoss kann búskapurin tálmast í trimum sektorum:


Í privata sektorinum verður skotið upp at minka sjómannafrádráttin.

Í kommunala sektorinum verður skotið upp at m.a. gera eina kommunala útjavningarskipan

Í landskassasektorinum verður skotið upp at raðfesta, m.a. við at útseta Sandoyartunnilin.