Útflutningurin var samanlagt 7,2 milliardir krónur frá januar til oktobur í ár, tað eru 785 milliónir krónur meir sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 10 prosent. Av hesum var fiskavøruútflutningurin einsamallur 7,0 milliardir krónur, ið er 785 milliónir krónur meir enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 13 prosent.
Í útflutninginum var størsti vøksturin í laksi við 308 milliónir krónur, so hann nú er gott 46 prosent av øllum fiskaútflutninginum. Síðani var tað makrelur, sild og svartkjaftur, ið vaks 258 milliónir krónur í virði, so hesi nú eru 21 prosent av samlaða fiskaútflutninginum. Á triðja plássi kom toskur, upsi og hýsa, ið vaks 77 milliónir krónur í virði, og er hesin botnfiskurin nú gott 14 prosent av fiskaútflutninginum.
Størsta lutvísa vøksturin í útflutningi hevði fiskaúrdrátturin, sum vaks 173 milliónir krónur, tað er 45 prosent í mun til í fjør.
Útflutningurin til skip og flogfør er nógv minkaður í mun til fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør, úr 222 milliónum krónum niður í 80 milliónir krónur.