Landaðu yvir 400 tons

Klaksvíkingar hava altíð verið raskir við línuni. Ikki minst hava teir verið fegnir um teir stóru línubátarnir, sum hava verið í Klaksvík

Klaksvíkingar hava altíð verið raskir við línuni. Ikki minst hava teir verið fegnir um teir stóru línubátarnir, sum hava verið í Klaksvík.

Í Klaksvík eru sjey stórir línubátar.

Nú á páskum lógu fimm av teimum lið um lið við bryggju undir Kósavirkinum har teir avreiddu.

Tilsamans avreiddu teir yvir 400 tons, sum tey á Kósavirkinum arbeiða hesa vikuna.

Farið var undir at landa á midnátt annað páskakvøld, fyri at hava fisk niðurfyri at arbeiða í gjár.

Og allir bátarnir vóru tómir beint eftir døgverða.

Tað hevur roynst avbera væl hjá línubátunum. Og tað gjørdu tað eisini hesuferð:

Pison hevði 2.200 sentnarar, Klakkur hevði 2.000,

Jákup B hevði 1.800, Núpur 1.600 og Kvik hevði 850 sentnarar.

Tilsamans høvdu teir sostatt 8.450 sentnarar, ella 845.000 pund.