Landaskomm

Íslendski venjarin sigur, at Ísland má og skal hava seks stig burtur úr teimum báðum næstu dystunum

Tað verður nógv gjørt burtur úr landsdystinum ímóti Føroyum í íslendsku miðlunum. Eina mest soleiðis, at vónirnar eru settar eftir einum tryggum sigri, men heilt so einfalt eru tað tó tey fægstu, sum rokna við at dysturin verður.,
Íslendski landsliðsvenjarin, Asgeir Sigursson hevur eisini ávarað ímóti nakrari undirmetin av føroyski mótsøðuni, men samstundis leggur hann áherslu á, at hetta er ein dystur, sum skal vinnast.
- Tað er einki minni enn landaskomm, um vit ikki vinna hendan dystin, sigur Asgeir, og hann sigur víðari, at inniverandi undankapping hevur alstóran týdning fyri íslendskan fótbólt.
- Hóast vit ikki fáa gjørt so nógv við fremstu liðunum í bólkinum hesa ferð, so er tað sera týdningarmikið, at vit standa okkum væl. Ísland skal halda sær í triðovasta styrkisbólkinum í Europa, og tað er fyrst og fremst, sum vit mugu tryggja okkum komandi dystirnar. Tað krevur so helst eisini sjey stig í teimum trimum komandi dystunum, sum eru ímóti Føroyum, Litava og so aftur Føroyum, og tað er so tað, sum vit mugu fara eftir.

Framrættað
Annars tykist eingin í íslendsku miðlunum at gita, hvussu liðið fer at síggja út. Eftir at íslendingar í nógv ár hava spælt í eini fastlæstari 4-4-2 skipan, tykist Asgeir ætla at broyta hetta til eina 3-5-2, og móti Føroyum verður talan kanska um somikið framrættað spæl, at talan í veruleikanum verður um tríggjar áleyparar.
Spurningurin er so, hvussu leiklutirnir hjá hesum verða býttir leygardagin, men eftir tí, sum vit hava skilt, so verða tað hesir ellivu, sum fara á vøllin:
Árni Gautur Árason ? Guðni Bergsson, Herman Hreiðarsson , Arnar Viðarsson ? Arnar Grétarsson, Rúnar Kristinsson, Brynjar Bjørn Gunnarsson, Jóhannis Guðjónsson ? Eiður Smári Guðjohnsen, Arnar Gunnlaugsson.