Útbygging í Havn
Tað er púra greitt, at landið fer at betala ein part av havnaútbyggingini í Havn.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í viunnumálum, sigur, at landið ásannar, at tað hevur skyldu til at betala ein part av útbyggingini.
? Landið ásannar, at tað er ein almenn uppgáva at tryggja, at suðuroyarskipið altíð sleppur at bryggju í Havnini og tí má tað almenna eisini vera við til at betala tað, ið verklagið kostar, sum skal gerast fyri at skipið kann leggja at og hava fast pláss í Havn.
Men hinvegin er tað ikki greitt, hvussu nógv landið skal betala.
Bjarni Djurholm sigur, at Landsverkfrøðingurin er í løtuni í holt við at gera eina meting av, hvussu nógv tað er rímiligt, at tað almenna rindar av útbyggingini, sum Tórshavnar Havn er farin undir.
? Tá ið tann metingin er gjørd, verður endalig støða tikin til, hvussu stórur tann landskassans partur skal vera.
Men eisini Bjarni Djurholm ásannar, at tað er ikki heilt sørt, at málið hevur skund.
?Tórshavnar Kommuna er í løtuni í ferð við at byggja út til Norrønu. Tá ið hetta árið er farið afturum, er ikki meiri enn gott hálvtannað ár eftir, til suðuroyarskipið kemur.
? Kommunan hevur boðað frá, at skal atløgupláss gerast til Smyril, má tað verða í framhaldi av arbeiðnum, sum nú verður gjørt fyri at gera atløgpláss tilæ Norrønu.
Og Norrøna kemur longu komandi vár, so skal tað lata seg gera at gera atløgupláss til suðuroyarskipið í beinleiðis framhaldi av tí, er neyðugt at seta pening av á komandi fíggjarlóg til arbeiði, tó at nakað verður at bíða aftur til fíggjarárið 2004, sigur Bjarni Djurholm.
Les eisini greinina "Enn er onki endaligt svar komið um havnalagið í Havn"