- Tað er ikki skilagott, at politikarar blanda seg upp í vinnulívið, og tað er best, at vinnan sjálv finnur loysnirnar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnum - Eg hevði vónað til tað síðsta, at tað fór at lata seg gera at henda Fiskavirking víðari, uttan at tað steðgaði upp, men tað bar eftir øllum at døma ikki til, og tað er harmiligt, sigur Jacob Vestergaard.
- Eg vóni nú, at prosessin fer at ganga skjótt fyri seg, so at virksemið við virkjum og skipum kann koma í gongd aftur sum skjótast, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Forkvinnan í Føroyar Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, heldur, at politiski myndugleikin skal verða við í arbeiðnum at endurreisa virkini hjá Fiskavirking, men Jacob Vestergaard noktar fyri, at tað almenna fær nakran leiklut í eini endurreisn.
- Tað er ikki skilagott, at politikarar blanda seg uppí vinnulívið, og tað er best, at vinnan sjálv finnur loysnirnar. Tí kann eg ikki ímynda mær, at landið fær nakran beinleiðis leiklut í endurreisnini av virkjum og skipum hjá Fiskavirking, sigur Jacob Vestergaard.
- Hetta er eitt álvarsmál, tí eini 800 fólk hava mist arbeiðið, og tí vóni eg, at tað gongur skjótt við at fáa gongd á virksemið aftur, og vit hava trygdarskipanir, sum kunnu lofta teimum , sum hava mist arbeiði, meðan tey bíða eftir arbeiði, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.