Hann vísir á, at onkur vinnur nógvan pening við at selja brennievni í Føroyum, men at fólkið má gjalda alla rokningina. Hann greiðir frá, at oljan hevur sera stóran týdning, bæði fyri flotan og fyri húsarhaldini, og at tey kunnu ikki liva við prísunum, sum eru.
- Tí eigur oljuinnflutningur ikki at verða latin ússaligum privatum feløgum at taka sær av. Tað má verða politisk uppgáva hjá Føroyum at samráða seg fram til góðar avtalur við onnur lond um oljuveitingar, og so byggja so mikið stórar goymslur, at samfelagið kann hava kappingarførar prísir og nóg nógva olju niðurfyri. Privatu feløgni kundu so rikið oljusøluna og bensinstøðirnar.