Eirikur Lindenskov
Tann 24. september í 2007 fór smápartafelagið Sisero í Havn konkurs. Sp/F Sisero var eitt felag, sum rak vinnu í sambandi við lýsingarvirksemi. Felagið var eitt assosierað felag hjá P/F KRK Holding, sum átti helmingin av partapeninginum. Stjóri í Sp/F Sisero var Hannis Egholm í Havn, nevndarformaður var Kaj Leo Johannesen, núverandi løgmaður.
Stjóri í móðurfelagnum, P/F KRK Holding, var Rói Egholm, og nevndarformaður var Kaj Leo Johannesen, núverandi løgmaður.
Sambært seinasta ársroknskapinum fyri felagið, sum er fyri 2005, sigur leiðslan í ársfrágreiðingini, at bruttovinningurin var 986.000 krónur, og at ársúrslitið var 56.000 krónur, sum var 361.000 krónur betri enn ársúrslitið fyri 2004. Eginognin var tó negativ við 42.000 krónum. Sagt verður eisini, at felagið arbeiðir við at bøta um raksturin, og roknað verður við positivum úrsliti fyri 2006. Sambært sama roknskapi er samlaða skuldin hjá felagnum 1.353.239 krónur.
Men árið 2006 hevur ikki gingið so væl, sum Kaj Leo Johannesen og Hannis Egholm høvdu væntað. Hvussu tað árið hevur gingið í tølum framgongur ikki av nøkrum roknskapi, tí eingin roknskapur er gjørdur fyri felagið hetta árið.
Konsernfelagið P/F KRK Holding hevur eftir øllum at døma heldur ikki traðkað til við sínum »móðurfelagsforpliktilsi«, sum ábyrgdarfull móðurfeløg kunnu gera, og Sp/F Sisero fór tann 24. september í 2007 konkurs.
Sambært búroknskapinum skyldaði felagið nógvar pengar – og eru 30 kravánarar góðkendir sambært búroknskapinum. Hesir kravánarar eiga tilsamans 1.512.557 krónur til góðar hjá Sp/F Sisero.
Men virðini í felagnum eru so langt frá tí, sum skuldin er. Tá felagið verður uppgjørt eru einans 81.282 krónur hjá kravánarunum at býta. Og út frá hesum verður dividendan roknað til 5,37 prosent. Tað merkir, at kravánararnir fáa 5,37 prosent av tí, sum teir sambært búroknskapinum eiga til góðar hjá Sp/F Sisero.
Millum kravánararnar eru til dømis bløðini Sosialurin, VikuBlaðið, Dimmalætting og Kringvarp Føroyar, sum tilsaman eiga slakar 300.000 krónur til góðar. Tey fáa útgoldið tilsamans um 15.000 krónur sum plástur upp á sárið.
Men ein stórur kravánari er TAKS, sum eigur 209.341 krónur tilgóðar. Burtur úr búnum fær landið soleiðis bara 11.249 krónur og 56 oyru. Tað vil siga, at landskassin, sum Kaj Leo Johannesen nú varðar av sum løgmaður, misti 198.091 krónur og 44 oyru av hesum felag, sum Kaj Leo Johannesen varðaði av sum nevndarformaður – og sum nevndarformaður í felagnum, sum átti helmingin av partapeninginum.