Landið skal skipast í hóskandi øki

Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at økisráðið verður valt við beinleiðis vali, samstundis sum val er til kommunustýrið

?Økisráðið skal røkja ávís mál í økinum sambært fíggjarætlan, sum landsstýrið viðger og góðtekur og løgtingið játtar.


Uppgávur, har ábyrgdin og myndugleikin er hjá økisráðnum:


Havnir

?Bygging og rakstur av størri havnum.


Skúla- og mentamál

?Fólkaskúlin, frítíðarundirvísing, musikk- og mentaskúlin og annað virksemi hjá skúlaverkinum í økinum.


?Økisráðið skal gera langtíðarætlanir fyri sítt skúlaverk í hóskandi millumbilum (her verður hugsað um bygging o.a. neyðugar stórar íløgur, eins og ymiskar royndarskipanir).


Almanna- og heilsumál

?Primera heilsutænastan, kommunulæknaskipanin, heilsusystraskipanin, barnatannrøktin.


?Barnaverndin verður samskipað í økjunum.


?Barnaansing.


?Heimarøktin, røktar- og ellisheim og bústaðir til gomul og brekað.


?Tilboð til pensiónistar, børn og ung, fyribyrgjandi tiltøk fyri bólkar við serligum tørvi - eitt nú millum børn og ung.


Arbeiðsmarknaðar-

og umhvørvismál

?At taka upp og viðgera arbeiðs- og vinnumøguleikar í økinum.

?Heilsu- og umhvørvisvernd, sløkkilið og tilbúgvingarætlan verða samskipað undir økisráðnum.


Málini, landið skal umsitaAv uppgávum, sum landsstýrið og miðfyrisitingin skulu umsita, kunnu nevnast:


Almannamál

?Almannapensiónir


?Ráðgeving, vegleiðing, tiltøk og útgjaldingar eftir forsorgarlógini.


?Fyri at leggja tænastuna so nær borgaranum, sum til ber, skipar Almannastovan deildir í økjunum.


Heilsumál

?Sjúkhúsverkið og sjúkraflutningur.


Skúlamál

?Almennu uppalingarligu skipanirnar, setan av lærarum og stjórum í skúlaverkinum, læraralønir o.t.


Kommunalt eftirlit

?Kommunala eftirlitið skal umframt at hava eftirlit við kommununum eisini hava eftirlitið við økisráðunum.


Toll- og Skattstovan

?Fyri landið og kommunurnar skal Toll- og Skattstovan krevja landsskatt, kommunuskatt, toll, mvg o.a.


?Toll- og Skattstovan skipar deildir í økjunum.