Landkrabbi býr umborð á 60-tonsara

Síðan 2007 hevur fasti bústaðurin hjá Ísaki Johannesen verið umborð á einum 60 tons stórum báti. Hann keypti bátin frá einum flogskipara, sum fleyg úr Kastrup og brúkti bátin til bústað, tá hann var til arbeiðis. – Eg havi havt fast pláss til bátin í Klaksvík, og tað hevur riggað væl. Tá bústaðurin er í einum báti, kann eg búgva, hvar eg vil. Eg kann sigla ymsa staðni, og tað ætli eg mær at gera meiri við í summar, sigur klaksvíkingurin, sum er útbúgvin timburmaður og arkitektur, men sum ongantíð hevur verið til skips

BÝR UMBORÐ

Vit hittu hann á niðurløgdu bedingini hjá MEST í Vestmanna, har hann hevur bátin, Mari Anna KG 882, uppi til botnreins, máling, aksiltrekk og annað viðlíkahald.
Ísak Johannesen er blíður og fryntligur og bjóðar okkum umborð at síggja bátin. Ungir menn hjálpa honum at skrava og mála uttanborðs, og ein pussar skrúvuna.
Mari Anna er ikki nakar útróðrarbátur, men ein stórur og rúmligur frítíðarbátur, ið saktans kann brúkast sum bústaður. Tað er nossligt umborð á bátinum, sum er heilar 20 metrar langur og seks metrar breiður – ella næstan líka so breiður sum eini vanlig sethús.
Ísak hevur valt at kalla bátin upp eftir døtrum sínum, Marionnu og Onnu, og soleiðis byrja bæði nøvnini á navnabrettinum – Mari Anna – við stórum stavum.

Krevur viðlíkahald
- Her er gott pláss umborð. Seks koyggjur eru har frammi og tvær í salongini har afturi. Í skiparakamarinum er dupultsong, og síðan eru tveir benkur uppi í stýrhúsinum.
Eigarin sigur, at báturin var faktiskt í sama standi, tá hann keypti hann, sum hann er nú.
- Ein træbátur krevur altíð nógv viðlíkahald, og nakað hevur verið gjørt við el-leiðingina og onnur smáting, síðan eg keypti bátin. Hetta er aðru ferð síðan 2007, at Mari Anna er á beding.
Ísak Johannesen sigur, at enn hevur hann einki gjørt fyri at fáa inntøku burtur úr bátinum, men ætlanin hjá honum er sum frá líður at brúka bátin til túrar við ferðafólki – ikki dagtúrar, men túrar, har fólk eru umborð í einar tveir dagar ella so.
- Hetta er eisini ein orsøkin til, at báturin er á beding nú. Skipasýnið vil síggja botnin, og síðan hevur báturin eisini fingið aksiltrekk. Tey siga, at skrokkurin er í góðum standi, eins og dekk og brúgv eisini eru í besta standi. Maskinan, sum er ein Volvo Penta 250 HK, gevur bátinum eina ferð á umleið 8,5 míl, og maskinan er eisini í góðum standi.

Býr í bátinum
Ísak sigur, at hann hevur búð umborð á Mari Annu, síðan hann keypti bátin í 2007, og hetta hevur riggað væl. Báturin hevur ligið í føstum plássi í Klaksvík.
- Tá bústaðurin er í einum báti, kann eg búgva, hvar eg vil. Eg kann sigla ymsa staðni, og tað ætli eg mær at gera meiri við í summar. Eg havi flutt meg eitt sindur við bátinum, men kundi havt flutt meg nógv meiri. Tá eg var í Vestmanna seinast við bátinum, steðgaði eg ávegis til Klaksvíkar í Havn á ólavsøku í nakrar dagar og fór síðan norður aftur til Summarfestivalin í Klaksvík.
Eitt, sum er áhugavert við Ísaki og hansara tilveru umborð á 60-tonsaranum, er, at hann ongantíð hevur verið til skips sjálvur, og tað er soleiðis ikki hetta, sum hevur birt undir hugin hjá honum nú í nøkur ár at búgva umborð á einum báti.
- Nei, eg havi ongantíð verið sjómaður, og eg havi sætt at siga ongantíð verið til skips. Tað er helst tí, at eg kundi finna upp á sovorðið býtt, sigur klaksvíkingurin brosandi.
Ísak er annars útbúgvin timburmaður og arkitektur.
Foreldur hansara áttu hús í Klaksvík, sum familjan nú eigur, og her í kjallaranum hevur Ísak eina íbúð.
- Eg búgvi umborð, men arbeiði í landi. Í kjallaranum í húsunum, sum foreldur míni áttu, havi eg skrivstovu og teknistovu.
Ísak ásannar tó, at bátar altíð hava havt hansara áhuga.
- Vinmenn mínir og eg tosaðu ofta um at keypa ein bát og seta hann í stand til frítíðarsigling, kanska ein bát sum Dragan. Men hetta bleiv ongantíð til nakað – ivaleyst tí, at vit vistu, hvussu nógv arbeiði liggur í slíkum.
Hann sigur, at sjálvur ger hann alt timburarbeiði, sum er at gera umborð á Mari Annu, og síðan hevur hann familjuna at hjálpa sær við eitt nú el, motori og øðrum, ið hann ikki sær seg so væl føran fyri sjálvur.

Ber væl til
Spurdur, hvussu leingi hann ætlar sær at búgva í bátinum, sigur Ísak Johannesen, at hann í øllum førum ætlar at royna hetta í eina tíð, og higartil hevur hetta riggað væl, leggur hann aftrat.
Ert tú ongantíð vaknaður á morgni og kennur, at tað rullar undir tær?
- Jú, tað eri eg, men tú venur teg so skjótt við, at tú ikki svevur í landi, men umborð á einum báti. Tað eru so mong undarlig ljóð umborð á einum skipi, sum tú í byrjanini ikki ert vanur við, men eisini hesi venur tú teg ógvuliga skjótt við.
Kann tað hugsast, at tú ikki fert at duga at fara í land aftur at sova?
- Ja, tað kann væl vera, at tað við tíðini fer at gerast ov friðarligt at sova í landi, og at tú fert at sakna tey ljóð, sum vóru at hoyra í bátinum.
Sosialurin spurdi eisini Ísak, um Mari Anna ikki er eitt ov stórt skip at hava liggjandi sum bústaður?
- Nei, tað er eingin trupulleiki. Báturin hevur ligið væl í Klaksvík. Havnargjaldið liggur um 900 krónur um mánaðin, og síðan kostar landstreymurin einar 500-600 krónur um mánaðin. Báturin er ikki so væl bjálvaður, men her er heldur ikki so nógv at hita upp. Eg havi eina hitapumpu, sum hitar skipið, og síðan havi eg oljufýr til heitt vatn. Tað hevur ikki verið nakar trupulleiki at búð umborð á bátinum um veturin heldur, leggur hann aftrat.
Ísak dylur tó ikki fyri, sum hann segði fyrr í greinini, at hann nú
kundi hugsað sær, at báturin eisini kastaði nakað av sær í inntøkum, og tí miðar hann nú eftir at gera túrar við ferðafólki.
- Eg vænti at fáa góðkenningina frá Skipaeftirlitinum til ferðafólkasigling fyrsta dagin, og síðan noyðist eg í gongd við at siga frá, at ferðafólk kunnu leiga seg umborð á Mari Annu. Tað hevði eisini verið gott, um báturin gav nakrar inntøkur, leggur hann aftrat.
Ísak Johannesen vísir á, at aðra staðni er tað nógv brúkt, at
fólk búgva umborð á bátum. Hinvegin er hetta ikki so vanligt í Føroyum enn.
- Eg havi ikki siglt millum lond við bátinum undantikið, tá eg sigldi hann heim úr Danmark, sigur klaksvíkingurin, sum seinastu dagarnar hevur havt Mari Annu á beding í Vestmanna.