Mikudagin komandi, 6. februar, skipar Landsbókasavnið fyri fyrilestrum og framløgu av handriti við endurminningum hjá Onnu Evensen, f. Lützen
Anna var dóttir Andreas C. Lützen, sum kom til Føroyar í 1837 at vera lærari í Kommunuskúlanum í Havn og organistur. Andreas giftist árið eftir við Evu Margrethu Jacobsen úr Baianstovu í Havn, og Anna, fødd í 1841, var næstelsta barn teirra.
Anna giftist við Jens Christian Evensen, sum var prestur á Viðareiði og í Hvalba og eisini próstur á Nesi. Tey fluttu seinni til Danmarkar, men tá Jens Christian doyði í 1904, var Anna heima aftur í Føroyum eina tíð. Hon flutti tó niður aftur at vera hjá eini dóttir í Bregninge á Sælandi, og har hitti Christian Olsen, bóndi í grannabygdini Eskebjerg, hana í 1925.
Christian hevði stóran áhuga fyri siðsøgu, og tað er hann, sum skrivar niður hesa frásøgnina hjá Onnu Evensen, sum nú er til í handriti. Tað var í tøkum tíma, hann skrivaði frásøgnina, tí Anna doyði í 1927, 85 ára gomul. Christian var ógiftur, men hann hevði ein trúgvan húskall, Louis Helt, sum arvaði hann.
Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Fiskimannafelagnum, fekk kunnleika um hetta handritið, og hann fór at kanna, hvat mundi vera vorðið av tí. Tað tók sína tíð, men tað vísti seg, at eitt av teimum trimum hondskrivaðu handritunum var eftir í gomlu húsunum hjá Christiani.
Louis Helt var sinnaður at lata hetta upprunahandritið hjá Onnu Evensen til Føroya, og í juni í fjør var Óli Jacobsen í Eskebjerg, har hann fekk handritið handað. Handritið er nú í varðveitslu hjá Landsbókasavninum.
Í handritinum eru áhugaverdar frásagnir bæði úr Havn og frá øllum plássunum har prestahjúnini Anna og Jens Christian búðu. Hetta eru frásagnir um gerandisdagin hjá fólki og um forvitnisligar hendingar.
Eitt nú greiðir Anna frá hendingin á Kongabrúnni í Havn 25. juli í 1874, tá pápi hennara doyr í føvningin á kongi, meðan hann heldur vælkomurøðu fyri kongi hetta var fyrsta kongsvitjan í Føroyum.
Á samkomu í fundarhølinum á Landsbókasavninum mikudagin klokkan 19 fer Óli Jacobsen at greiða frá, hvussu handritið endaði í Føroyum. Hann fer eisini at greiða eitt sindur frá ættini hjá Onnu Evensen. Aftaná fer Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, at greiða frá handritinum, innihaldi og hvat slag av bókmentaligum riti talan er um.
Á samkomuni, ið er almenn, ber til at síggja handritið, og Heini Lützen fer eisini at syngja nakrar sangir.
Niðanfyri síggjast nakrar síður úr handritinum: