Fíggjarlógin
Tað er neyðugt at forða fyri, at útreiðslurnar á fíggjarlógini veksa so nógv, sum tær gera á uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár.
Tað heldur Landsbankin.
Týsdagin var stjórin Landsbankanum, Sigurð Poulsen á fundi við fíggjarnevndina um fíggjarlógina fyri komandi ár.
Í frágreiðing síni til nevndina, sigur Landsbankin, at tey seinastu fýra árini eru
nettorakstrarútreiðslurnar av almennum stovnum í miðal vaksnar 8,5% um árið.
Løguútreiðslurnar eru øktar 38% og flytingarútreiðslurnar eru vaksnar 3% í miðal um árið.
Samanlagt eru útreiðslurnar øktar 8% í miðal hesi árini, tá eru rentur ikki taldar við. Rentuútreiðslurnar eru minkaðar 12%, soleiðis at samlaðu útreiðslurnar eru vaksnar 6% í miðal.
Serliga nógv eru útreiðslurnar vaksnar í 2001 og 2002, tí hesi árini eru tær vaksnar ávikavist 10% og 11%.
Landsbankin sigur, at ein partur av vøkstrinum kann sigast at vera uppsamlaður tørvur frá kreppuárunum, tá ið nógvar útreiðslur vórðu útskotnar.
? Hinvegin er tað neyvan rætt at siga, at ein miðalvøkstur uppá 8% um árið er serliga varðin, og als ikki ein vøkstur uppá 10-11% um árið.
Landsbankin sigur, at tí er tað neyðugt at fíggjarlógin fyri næsta ár veksur so nógv, sum fíggjarlógaruppskotið leggur upp til.
Somuleiðis vísir Landsbankin á, at bruttotjóðarúrtøkan er hesi seinastu árini frá 1998 til 2002 vaksin eini 10% í miðal um árið í leypandi prísum. Mett eftir gongdini í brúkaraprístalinum, er keypsorkan til nýtsluvørur økt eini 6% um árið.
Tað er nógv, eisini í altjóða sammeting
Vøksturin minkar
Sigurð Poulsen vísir á, at vøksturin stavar lutvíst frá, at flestøll árini hevur gingið væl við stórum vøkstri í útflutningsvinnunum, tvs. fiskivinnuni á sjógvi og landi og alivinnuni.
Lutvíst kemur vøksturin av vøkstri í innlendskum eftirspurningi. Íløgurnar eru øktar heilt nógv hesi árini bæði í krónum og í prosent av bruttotjóðarinntøkuni, úr umleið 13% upp í eini 20% av BTI. Privata og almenna nýtslan tykjast samanlagt at vera øktar út í móti líka nógv, sum tjóðarinntøkan, soleiðis at eisini hesin eftirspurningurin hevur framt búskaparvøkstur, tó at uppsparingin eisini er økt hesi árini. Lítil prísvøkstur í innflutninginum og lág renta uttaneftir tykjast somuleiðis at hava stuðla føroyska búskapinum.
Nógv hevur sostatt gingið rætta vegin fyri okkum seinastu árini.
Tey komandu árini eru ábendingar um, at alt fer ikki at gangarætta vegin, hóast sumt fer at at gera tað, eitt nú kostnaðarlegan uttaneftir.
? Ringur gróður í sjónum er ikki gott tekin fyri fiskastovnarnar. Alivinnan hevur longu havt trupulleikar av sjúku og lágum prísum.
Landsbankin heldur, at vit tí eiga at vera eitt sindur varin, tá ið mett verður um inntøkur frá útflutningsvinnuni.
? Í longdini kunnu vit ikki hava íløgur, sum eru nógv meira enn 20-25% av BTI. Tað hava vit ringar royndir av frá 1980-árunum við allari lántøkuni. Vit eiga tí ikki at vænta, at búskapurin ferð at vaksa nógv vegna vøkstur í íløgunum. Privata nýtslan kann sum undanfarin ár væntast at vaksa umleið líka skjótt sum inntøkurnar.
? Vit eiga tí at vænta væl lægri vøkstur í inntøkunum og virkseminum enn undanfarin ár. Eisini tí, at arbeiðsmegi fer at vænta.
?Búskaparvøksturin skal tí í vaksandi mun fáast frá produktivitetsvøkstri, sum kann fáast við íløgum í meira effektiva útgerð og betri skipanum, so arbeiðsmegi verður frígjørd, har hon ger minni nyttu, og verður tøk, har hon gevur meira gagn.
Vandi fyri halli
Sigurð Poulsen sigur, at veksa almennu útreiðslurnar so nógv, sum tær hava gjørt seinastu árini, samstundis sum tær ikki økja produktivitetin ella frígera arbeiðsmegi til búskaparligan vøkstur, er vandi fyri at hall verður á fíggjarlógini rættiliga skjótt og allarhelst eisini á gjaldsjavnanum.
Brúkaraprístalið er ikki vaksið nógv seinasta árið og væl minni enn í grannalondunum. Nøkur ár frammanundan tyktist prísvøksturin at vera størri enn í grannalondunum. Prísurin á fastari ogn, serstakliga í miðøkinum, er væl hægri nú enn í kreppuárunum. Tað seinasta árið ljóðar tó, at prísirnir hava javnað seg.
Landsbankin sigur, at tí er óvissa um prísgongdina á ymsum økjum.
? Men í eini støðu, har kapasitetsmark forða fyri at virksemið kann veksa, er tí eisini stórur vandi fyri at fáa økta inflatión, um eftirspurningurin veksur ov nógv, sigur Landsbankin.