Páll Klettskarð, Viljormur Davidsen, Rógvi Poulsen, Pól Jóhannus Justinussen og Christian Restorff Mouritsen. Allir meira ella minni ókend nøvn í landsliðshøpi, men tað vóru menn sum hesar, Brian Kerr ynskti at síggja nærri við venjingardystinum móti B1908.
Nú dysturin er av, loysir tað seg ikki at brúka tíð og orku upp á at hugsa um, hvussu pínligt tað hevði verið, um føroyska landsliðið – okkara allar bestu leikarar – taptu fyri einum liði, sum stríðist fyri lívinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Enn minni hvussu tápiligt tað hevði verið, um til dømis Gunnar Nielsen fekk ein keðiligan skaða í móti einum slíkum liði.
Fakta er, at Føroyar vunnu dystin við einum máli móti ongum. Eingin fekk skaða undir dystinum, leikararnir sluppu at spæla saman undan venjingardystinum móti Luksemburg fríggjakvøldið og Brian Kerr fekk høvi at síggja tilsamans 17 mans á vøllinum.
- Overall a good exercise, staðfesti Brian Kerr eftir dystin. Ein ógvuliga beinrakin lýsing av dystinum, ið er at meta sum ein fín venjing – hvørki meira ella minni.
Líkt landsdysti – og tó
Annars høvdu teir í B1908 gjørt sítt til, at søguligi dysturin, sum teir skrivaðu í leikskránni, fekk ein so landsdystarkendan dám sum gjørligt. Við inngongina til stadion hekk eitt føroyskt flagg, og undan sjálvum dystinum høvdu tey funnið lagið til tjóðsang okkara fram, soleiðis at hesin eisini varð sungin. Teir høvdu enn tá funnið eina fitta føroyska damu til at lesa føroyska liðið upp, og harvið ljóðaðu nøvn sum Egil á Bø, Bogi Løkin og Jóan Símun Edmundsson sum tey skuldu, og ikki so stuttligt, sum tey onkuntíð gera, tá føroyska landsliðið spælir á útivølli.
Hinvegin vóru eisini nógvir faktorar, sum vóru við at seta eina tjúkku striku undir, at tað var B1908, eitt botnlið í 2. division øst, sum var vertur. Eitt nú vóru hornafløggini smáar útgávur av Dannebrog og stadionspeakarin lýsti í heilum við, at tú kundi keypa »kolde øl og varme pølser«.
Veruligur venjingardystur
Fyrsta tekini um, at talan var um ein venjingardyst, var tá tað varð kunngjørt, at dysturin var tíggju minuttir styttri enn vant, soleiðis at hvør hálvleikur var 40 minuttir. Eftir hesa kunngerð fingu áskoðararnir ferð eftir ferð eina ámining um, at tað var ein venjingardystur. Fyri steðgin var spælið á ongan hátt flótandi ella samanhangandi, og leikararnir høvdu ongan serligan hug at tveita seg niður í taklingar ella at fara inn í nærdystir.
Kjansirnir vóru eisini ógvuliga fáir og smáir. Súni Olsen royndi seg við skoti úti frá, sum rakti hornaflaggið heldur enn málið, Jóan Símun Edmundsson sleit seg leysan men skeyt framvið og Holst stútaði eitt fínt innlegg frá Símuni Samuelsen uppum.
Í roynd og veru var tað B1908, sum var tættast við at skora í fyrra hálvleiki. Gunnar Nielsen boksaði eitt frísparksinnlegg burtur, sum B1908 tó fekk skotið innaftur í fimm-meturin. Á veg út úr spælinum tekur bólturin í fótin á føroyska málverjanum, sum harvið mundi beint bóltin í egið net. Til alla lukku fór bólturin trillandi framvið stongini til hornaspark, og liðini fóru málleys til hálvleik.
Broytingar bøttu
Í steðginum gjørdi Brian Kerr fimm útskiftingar. Millum teir, sum komu á vøllin, var Christian Restorff Mouritsen. Miðvallarleikarin hjá B36 var ógvuliga sjónligur beinanvegin, og eftir níggju minuttum hevði hann lagt Føroyar á odda.
Málið kom, eftir at Súni Olsen hevði sent eitt skot á samankomingina og bólturin støk niður í fangi á málverjanum, sum tó ikki megnaði at halda bóltinum. Tað gagnnýtti Christian Restoff Mouritsen, og smekkaði leysan bóltin inn úr stuttari fjarstøðu.
Tað var eisini fyri tað mesta hann, sum royndi seg av føroysku leikarunum. Ikki tí, allar royndirnar vóru ikki líka naskar, men hann sum einki roynir skorar einki mál. Og í gjár vóru tað ov fáir, sum royndu seg. Tí eigur Christian Restorff Mouritsen rós uppiborið fyri at royna seg!
Ein annar, sum eisini royndi seg, var Páll Klettskarð. Eftir góðum 20 minuttum tveittaði hann seg inn í eitt innlegg frá Viljormi Davidsen og stútaði beint framvið. Ein fín roynd frá klaksvíkinginum í Vanløse, sum løtu seinni gjørdist púra leysur við málverjanum, men prikaði bóltin ov langt frá sær, tá hann rann framvið honum.
Eisini Pól Jóhannus Justinussen hevði eina roynd, sum fór uppum, tá hann setti fótin á innlegg frá Boga Løkin.
Sum talið av umrøddu kjansunum helst gevur eina ábending um, so var spælið í seinna hálvleiki nakað betri enn í fyrra. Onkursvegna var tað meira samanhangandi og flótandi eftir steðgin, tó uttan at vera samba-fótbóltur á nakran hátt.
Hvussu spælið verður fríggjakvøldið móti Luksemburg, fer tíðin at vísa. Greitt er tó, at einki kemur í hús tá, um liðið spælir eins og teir gjørdu í gjárkvøldið. Hetta vita leikararnir eisini væl, tí dysturin móti B1908 var bara ein venjingardystur. Og jú, allir venjingardystir eru líka, men nakrir eru meira líka enn aðrir.