Landsinnsavnan fyri flatskíggjum til sjúklingahotelið í Keypmannahavn

Lisa Frederiksberg á Strondum eigur nógv spor á sjúklingahotelinum í Keypmannahavn, har hon hevur gist við einum sjúkum barni tey seinastu sjey árini, bæði á tí gamla sjúklingahotelinum og á tí nýggja sjúklingahotelinum.

Tíverri fyri allar partar, bæði starvsfólk, sjúklingar og tey avvarðandi, so er enn ymiskt sum manglar fyri at fáa bøtt um trivnaðin á tí nýggja sjúklingahotelinum.

Tað ætlar Lisa Frederiksberg at gera nakað við, og hevur hon tikið stig til eina landsinnsavnan, so at flatskíggjar kunnu verða í hvørjum kamari á sjúklingahotelinum. Fríggjadagin 28. september fer Lisa Frederiksberg at handa leiðsluni á sjúklingahotelinum tann innkomna peningin.

Lisa Frederiksberg var gestur í morgunsendingini á Rás2, og greiddi hon soleiðis frá um sjúklingahotelið og landsinnsavningina, har allur peningurin fer óskerdur til at bøta um trivnaðin á sjúklingahotelinum.