Ein nýggjur bygningur á 5.000 fermetrar skal byggjast afturat Landssjúkrahúsinum og verandi høvuðsbygningur skal umbyggjast. Hetta er høvuðsinnihaldið í einari byggiætlan, ið varð løgd fram fyri áhugaðum løgtingslimum á kunnandi fundi í veitsluhøll Landssjúkrahússins mikudagin.
Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, helt fyrsu framløguna á fundinum, og segði hon, at ein av orsøkunum til, at kunnandi fundur varð hildin fyri løgtingslimum er, at ætlanin ikki skal detta niðurfyri aftur, sum so nógvar aðrar ætlanir um víðkan av Landssjúkrahúsinum. Hon nam eitt sindur við søguna hjá sjúkrahúsinum og segði, at síðani grundarsteinurin til Alexandrines Hospital varð lagdur tann 23. juni í 1921 hava ætlanir fleiri ferðir verið frammi um at byggja sjúkrahúsið út. Hesar førdu til, at Landssjúkrahúsið, ið vit kenna í dag, varð liðugt í 1972, men skjótt var hetta eisini ov lítið, og síðani hava aftur fleiri ætlanir verið frammi um útbygging av Landssjúkrahúsinum, uttan at tær hava vunnið frama. Men Landssjúkrahúsið hevur alt ov vánaligar umstøður. Tí vónar hon, at hendan byggiætlanin, sum nú er løgd fram, fær góða undirtøku frá játtandi myndugleikunum.
Byggiuppskotið er longu gókent av stýrinum fyri Landsjúkrahúsið av ráðgevandi arkitekta- og verkfrøðingavirki og eisini hevur bygginevndin fingið góðkenning frá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum at fara undir útgrevstur og planering av byggiøkinum.
Fleiri orsøkir
Orsøkirnar til, at neyðugt er at víðka um Landssjúkrahúsið eru fleiri. Tøkniliga menningin og vitanarstøðið innan heilsurøkt gera, at krøvini til sjúkrahús alsamt broytast. Á Landssjúkrahúsinum er støðan tann, at hølini hvørki nøkta tørvin til hátøkniligan diagnostik ella viðgerð, samstundis sum umstøðurnar hjá innløgdum sjúklingum heldur ikki lúka krøv til hóskandi høli.
Á viðgerandi økinum eru nýggju viðgerðarhættirnir, ið eru grundaðir á ymsa nútímans tøkni vornir mangir. Nýggir skurðviðgerðarhættir og nútímans tøknilig útgerð krevja størri skurðstovurúm umframt onnur hjárúm. Tí heldur bygginevndin, at tað er púra greitt, at tað, sum í dag verður nevnt operatiónsgongin, eigur at víðkast munandi.
Eisini heldur bygginevndin, at røktarøkið á Landssjúkrahúsinum krevur munandi ábøtur. Hildið verður ikki, at tað er nøktandi fyri ávísar bólkar av sjúklingum at liggja á stovum uttan atgongd til egið ves og bað.
? Nútíðar krøvini til eitt sjúkrahús umfata eisini møguleikan hjé einum sjúklingi at fáa gjørt alt sama dag. Tað vil siga, at sjúklingurin kemur inn á morgni, verður viðjørdur og fer síðani avstað aftur út á kvøldið, uttan at hava verið gjøgnum eina vanliga innlegging, sum summi vilja uppfata sum órímuliga tíðarspillu, serliga um tey eru ung ella eru í vinnu, siga umboðini í bygginevndini, og vísa á, at tað tískil er neyðugt við einari deild til ambulanta viðgerð.
Bygginevndin helur, at um bygt verður afturat Landssjúkrahúsinum og verandi Landssjúkrahús verður umbygt, so er møguleiki fyri at reka tað á skynsamari hátt. Sum nú er, gera trongu hølisviðurskiftini, at ikki ber til at hava ein skynsaman rakstur.
Liðugt í 2006
Eftir ætlan skulu bæði út- og umbyggingar av Landssjúkrahúsinum vera lidnar um árslok ár 2006. Tíðarætlanin er løgd soleiðis til rættis, at nýbygningurin verður liðugur við árslok 2004 meðan umbyggingin av verandi bygningum heldur fram og verður liðug um árslok 2006.
Tilsamans eru 208, 6 milliónir settar av til bæði um- og útbygging. Í hesari útrokningini er meirvirðisgjald íroknað, hóast talan er um, at almenn projekt skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi.
Í íløguætlanini hevur bygginevndin sett 5,4 milliónir av í 1998 til útbygging og samanbygging. Fyri 1999 eru 10 milliónir settar av til útbygging og samanbygging, meðan 8 eru settar av til umbygging av verandi Landssjúkrahúsi. Ár 2000 er skotið upp at seta 30 milliónir av til út- og samanbygging, ár 2001 40 milliónir til sama endamál og ár 2002 45 milliónir til sama endamál. Ár 2003 er ætlanin at seta 23,2 milliónir av til út- og samanbygging og 4 milliónir til umbygging. Nú skuldi útbyggingin verið liðug, og tískil fevnir íløguætlanin frá árinum 2004 til 2006 bert um umbygging av verandi Landssjúkrahúsi. ár 2004 er ætlanin at seta 20 milliónir av til hetta endamál, í 2005 14 milliónir og at enda 9 milliónir í 2006.
Kundi verið størri
Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari, er formaður í bygginevndini. Hann sigur, at projektið kundi verið væl størri, um ynskini frá øllum starvsfólkabólkum á sjúkrahúsinum vóru gingin á møti. Men hann heldur, at loysnin, tey nevndin hevur funnið fram til, er ein hóskandi loysn, ið eingin av starvsfólkabólkunum er ímóti, hóast tey kundu ynskt sær betri umstøður.
? Vit hava gjørt byggiætlanina í neyvum samstarvi við ymisku starvsfólkabólkarnar. Vit hava havt fleiri fundir við ymsiku starvsfólkini, og úrslitið er ein prioritering, ið vit eru komin fram til, sigur Jákup Mørkøre. Hann sigur, at bygningurin skal vera framtíðartryggjaður í so stóran mun til ber, so møguleiki lættliga er fyri at flyta veggir og annað, um tøkniliga menningin krevur tað.
Arbeiðið fyri at fáa eina so hóskiliga byggiætlan sum møguligt hevur sambært Jákupi Mørkøre verið stórt. Fundir hava verið einaferð um vikuna, ofta til seint út á kvøldarnar. Men hann heldur, at arbeiðið, ið gjørt er, er gott. Tað hava ferðirnar til Íslands og USA at skoða sjúkrahús sannført hann um.