Landskrona er millum 9 tey størstu undrini

Noreg hevur brúk fyri, at eitt undur hendir. Sjálvir mugu teir vinna á Malta í Valetta, og samstundis má Bosnia taka stig frá Turkalandi á útivølli. Annars er EM-ævintýrið hjá Noregi liðugt. Spurdir um hvat undur í fótbóltssøguni teir minnast best, vísa norsku landsliðsleikarnir á, tá Liverpool og Riise vendu 0-3 til 3-3 í Champions League finaluni ímóti Milan, í 2005. Og tá Solskjær og Manchester United vendu 0-1 til 2-1 í seinastu løtu, í Champions League finaluni ímóti Bayern Munchen, í 1999. Norska VG biður lesarnar atkvøða um tey størstu undruni í fótbóltssøguni. Millum tey 9 stóru fótbóltsundruni er føroyski sigurin yvir Eysturríki, í Landskrona í 1990. Norski lesarnir eru tó samdir við norsku landsliðsleikarunum í, at undruni hjá Riise og Solskjær eru tey tvey størstu. Landskrona liggur í løtuni á einum 7. plássi við 3,28%. Føroyskir lesarar, ið halda, at Landskrona er størsta fótbóltsundurið, kunnu atkvøða á www.vg.no. Trýst á ?Fotball? í vinstru síðu á forsíðuni.