Landsliðið skal í venjingarlegu

Nýggja spælskipanin verður roynd í fýra dagar uppundir fyrsta dystin hjá nýggja venjaranum, sum verður ímóti Liktinstein mikudagin 21. august

Hvørjir spælarar skulu mynda landsliðið, tá Liktinstein verður mótstøðuliðið mikudagin 21. august klokkan 18, verður kunngjørt eftir næsta vikuskifti, tá tólvta umfarið í landskappingini er spælt.
Annað vikuskifti verður ikki spælt í landskappingini. Tá skulu Henrik Larsen, Jógvan Martin Olsen og spælararnir, sum teir fara at senda boð eftir, í stutta venjingarlegu.
? Ætlanin er, at spælararnir skulu møta leygardagin 17. august, og so verður vant miðvíst fram til 21. august, tá dysturin verður spældur. Tá vit vóru á venjingarlegu á Kypros fyrr í ár royndu vit 4?4?2 spælskipanina. Ta ferðina riggaði tað bara væl, og avrikini og úrslitini ímóti Liktinstein og Póllandi vóru góð, tá havt verður í huga, hvussu tíðliga á árinum hetta var. Nýggi venjarin ætlar at halda seg til fløtu verjuna við fýra monnum. Hetta saman við tí at Henrik Larsen skal hava møguleika at læra spælararnar at kenna ger, at tað er neyðugt at savnast í fleiri dagar, enn tað plagar at vera vanligt. Tað verður neyðugt at spæla rættuligar venjingardystir, sigur Jógvan Martin Olsen, sum framvegis er hjálparvenjari hjá landsliðnum.
Venjingarnar verða á Tórsvølli, og vit hava skilt, at spælararnir skulu halda til á Hotel Føroyum.
Jógvan Martin Olsen sigur, at tað enn ikki er heilt greitt, hvussu nógvum spælarum boð verða send eftir. Minsta talið verður átjan, men tað kann hugsast, at uppaftur fleiri spælarar fara at fáa boð, og at síðsta sáldið ikki verður gjørt fyrrenn dagin fyri dystin. Fyri venjingina hevði tað komið væl við, um 22 spælarar vóru tøkir. Um bara átjan spælarar fara at fáa boð kann tað hugsast, at heitt fer at verða á onkrar aðrar at vera við í venjingardystum.
Jákup Mikkelsen er framvegis á beinkinum í Molde, men tað tykist greitt, at hann verður málverji saman við Jens Martini Knudsen. Burtursæð frá Toda Jónsson hevur eingin spælari givið avboð til landsliðið, men Jens Kristian Hansen, sum hevur verið fastur fúsur síðani 1994, er framvegis skaddur.
Millum uppløgdu landsliðsnøvnini eru veteranarnir Óli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Øssur Hansen, Hans Fróði Hansen, John Petersen og Julian Johnsson. Og millum yngru menninar eru nakrir sjálvskrivaðir: Jón Rói Jacobsen, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Hjalgrím Elttør, Andrew av Fløtum og Christian Høgni Jacobsen. Aðrir spælarar, sum avgjørt mugu metast at vera í inni í myndini, eru Súni Olsen, Sámal Joensen, Heðin á Lakjuni, Rógvi Jacobsen og Helgi L. Petersen ? um hann er áhugaður at vera á landsliðnum.