Landsliðsfótbóltur er løgin

HM 2022: Við tveimum stórsigrum og kós móti HM-endaspælinum, steðgaði Lettland Turkalandi

Í gjár vóru fleiri dystir í 3. umfari í HM 2022-undankappingini. Belgia vann heili 8-0 á Hvítarusslandi og Cristiano Ronaldo fekk endiliga sítt mál, men mest óvæntaða úrslitinum stóð Lettland fyri. Teir spældu javnleik 3-3 móti Turkalandi.

Bólkur A:

Cristiano Ronaldo var í øðini, tá Portugal spældi javnleik 2-2 móti Serbia, tí hann ikki fekk viðurkent eitt mál móti endanum av dystinum. Í gjár fekk hann sítt mál, tá Portugal vann 3-1 á útivølli móti Luksemborg, men tað var ikki fyrr enn vertirnir høvdu verið á odda. Diogo Jota, Cristiano Ronaldo og Joao Palhinha.

Í Serbia eitur stóra hetjan Alexandar Mitrovic. Í gjár skoraði hann bæði málini, tá Serbia vann 2-1 á útivølli móti Aserbadjan. Serbia og Portugal hava sjey stig fyri tríggjar dystir, meðan hini hava spælt tveir.

Støðan:

1.     Serbia 7

2.     Portugal 7

3.     Luksemborg 3

4.     Írland 0

5.     Aserbadjan 0

Bólkur E:

Her kom annar 8-0 sigurin í HM-undankappingini í Evropa. Í farna umfari vann Danmark 8-0 á Moldova í okkara bólki, og í gjár vann Belgia 8-0 á Hvítarusslandi. Eftir ein minni góða byrjan vann Wales eitt sindur óvæntað 1-0 á heimavølli móti Kekkia. Daniel James, sum spælir við Manchester United, skoraði sigursmálið átta minuttir fyri tíð, eftir upplegg frá Graeth Bale. Belgia og Kekkia hava spælt tríggjar dystir, meðan hini hava spælt tveir.

Støðan:

1.     Belgia 7

2.     Kekkia 4

3.     Wales 3

4.     Hvítarussland 3

5.     Estland 0

Bólkur G:

Turkaland hevði beina kós móti HM-endaspælinum, eftir at teir vunnu á bæði Hollandi og Norra, men í gjár spældu teir javnleik 3-3 móti Lettlandi. Tað passar ikki ordiliga inn í líkningina, men helst hava teir tikið sær av løttum, tí eitt skifti var Turkaland á odda 3-1. Lettland og Føroyar vóru í bólki saman í Nations League seinast, og tá endaðu báðir dystirnir við javnleiki.

Bæði Holland og Norra tóku av møguleikanum. Holland vann heili 7-0 á Gibraltar í einum dysti, har Daley Blind fekk ein álvarsligan knæskaða. Norra vann 1-0 á útivølli móti Montenegro. Málið skoraði Alexander Sørloth. Erling B. Håland hevur ikki skrorað í hesum landsliðsumfarinum. Øll londini hava spælt tríggjar dystir.

Støðan:

1.     Turkaland 7

2.     Holland 6

3.     Montenegro 6

4.     Norra 6

5.     Lettland 1

6.     Gibraltar 1

Bólkur H:

Hetta er ein spennandi bólkur, har fimm lond tykjast ætla sær til HM í Katar. Í gjár vann Kýpros 1-0 á Slovenia. Kroatia vann 3-0 á Malta, men HM-finalistarnir frá 2018 fingu ikki hol á fyrr enn eftir ein tíma. Slovakia, sum seinast spældi javnleik móti Mala, vann 2-1 á Russlandi. Sostatt er alt opið í hesum bólkinum, nú øll liðini hava spælt tríggjar dystir.

Støðan:

1.     Kroatia 6

2.     Russland 6

3.     Slovakia 5

4.     Kýpros 4

5.     Slovania 3

6.     Malta 1