Landsliðslegendir spælt Old Boys landsdystir í Norra

Millum annað vann føroyska landsliðið á Finnlandi og Jari Litmanen

Eitt føroyskt Old Boys landslið luttekur um vikuskiftið í eini innandura landsliðslegendu kapping. Føroyska liðið hevur spælt tríggjar dystir. Eftir ósigrar fyri Norra og Danmark, vann føroyska liðið á Finnlandi og Jari Litmanen.

Á føroyska liðum eru Jens Martin Knudsen, Julian Johnsson, Kári Reynheim, Jákup á Borg, Todi Jónsson, Christian Høgni Jacobsen, Allan Mørkøre og Kurt Mørkøre. Føroyska liðið byrjaði við leggja seg á 2-1 móti Norra, men tapti at enda 6-2. Allan Mørkøre skoraði bæði málini.

- Vit komu á odda, men teir høvdu nakrar spælarar, ið vóru nakað yngri enn vit. Tað gjørdi at teir runnu runt við okkum. Hartil komu Todi Jónsson og Julian Johnsson nakað seint, segði Kurt Mørkøre í Fótbóltspanelinum á FM1. Millum spælararnar hjá Norra vóru John Arne Riise og Stig Ingr Bjørneby, sum báðir hava spælt við Liverpool.

Síðani tapti føroyska liðið 5-3 móti Danmark. Málini skutu Jákup á Borg, Todi Jónsson og Kurt Mørkøre. Stóra ljóspunktið kom í seinasta dystinum í kvøld, tá Føroyar vunnu 4-3 á Finnlandi, sum millum annað hevði Jari Litmanen og málverjan Jussi Jääskeläinen. Todi Jónsson skoraði tvey, meðan Allan Mørkøre og Christian Høgni Jacobsen skutu hvør sítt.

Kappingin er í Norra. Dystirnir verða spældir á einum hondbóltsvølli og málini eru størri enn eitt hondbóltsmál. Tað er ein málverji og fýra útispælarar á vøllinum í senn. Hvør dystur er í 14 minuttir. Føroyar spæla í morgin móti Íslandi.