TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi áðrenn søguligu HM-áttandapartsfinaluna ímóti Fraklandi í HM-endaspælinum í Algeria.
Høgni, sum er pápi Helga H. Hoydal og Gunnar, sum er pápi Jónas G. Djurhuus er báðir vónríkir um, at føroyska liðið fer at leggja eitt gott avriki fyri dagin.
Høgni Hoydal undirstrikar, at Føroyar ímóti Týsklandi prógvaðu hvør dugur er í teimum. Gunnar Djurhuus vónar, at Fraklendingar fara at loyva føroyingum at spæla mótsatt ungarum, sum vóru beinleiðis harðligir fyri at steðga føroyingum í tí seinasta bólkadystinum.