Klokkan trý seinnapartin í dag fara føroyskir landsliðsspælarar á flatlondum at spæla ímóti hvørjum øðrum. Talan er um uppgerðina í Viborg millum tey bæði feløgini, sum næsta kappingarár fara at flyta eina deild niður.
Lyngby og Viborg eru á teimum báðum aftastu plássunum í superliguni. Tey feløgini, sum eru á hesum báðum plássunum eftir 33. og síðsta umfarið, fara at flyta niður. Bæði liðini hava seytjan stig. AGF er triði aftast við 26 stigum. AGF hevur spælt 30 dystir, og Lyngby og Viborg hava undan dagsins botnuppgerð spælt 29 dystir. Málmunurin hjá AGF er -17. Hjá Lyngby er hann -31, og hjá Viborg er hann ?35. Tí er tað longu greitt, at Viborg og Lyngby næsta ár fara at spæla í næstbestu deildini.
Í Lyngby ferðalagnum til Jyllands í dag eru bæði Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen. Í Viborg hópinum er Súni Olsen.
Hóskvøldið var tað púra óvæntað, at Lyngby á heimavølli vann 4-1 á Horsens, sum er á fimta plássi í superliguni. Millum málskjúttarnar hjá Lyngby hóskvøldið var Tem Hansen. Christian Lamhauge Holst hevði sum vanligt eyðsýndan leiklut á Lyngby miðvøllinum.
Tað var eisini púra óvæntað, tá ið Viborg hóskvøldið megnaði 1-1 í Brøndby, sum javnaði, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Súni Olsen var ikki á Viborg liðnum hóskvøldið.