Landsliðsspælari er á veg úr HB

KÍ og B36 vera nevnd um møguligir nýggir arbeiðsgevarar hjá René S. Joensen, sum ikki var á dómaraseðlinum í finaluni

Miðvallarin René S. Joensen var ikki á leikaralistanum hjá HB í kvøld. Hann hevur verið nógv skaðadarvaður í ár, men nú er nakað síðani, at hann kom fyri seg aftur. René S. Joensen er sáttmálabundin at HB í 2021, men vit bolt.fo sigur hann soleiðis í kvøld:

- Eg eri opinbart ikki partur av HB-hópinum meir, so má eg síggja, hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur René S. Joensen við bolt.fo í kvøld.

Góðar keldur í Klaksvík vilja vera við, at tað er møguleiki fyri, at 27 ára gamli René S. Joensen næsta ár verður partur av KÍ hópinum, og úr B36 frættist, at har er áhugi at knýta René S. Joensen at felagnum.

Árni Frederiksberg flutti fyrr í vikuni úr B36 og til Klaksvíkar, og KÍ skal hava nýggjar spælarar fyri fleiri útlendingar, sum eru farnir úr felagnum.

René S. Joensen er miðvallari, men hann hevur eisini roynt seg í øllum plássum í verjuni, og í HB var hann fyrr í ár álopsspælari. Hann hevur spælt 26 landsdystir og skorað trý mál. Í fjør var hann við í fýra EM undankappingardystum.

At tað er stór kapping um plássini á HB liðnum sást á dómaraseðlinum í finaluni. René S. Joensen og Samuel Johansen Chukwudi vóru heilt uttanfyri, og Bartal Wardum og Tróndur Jensen vóru á beinkinum alla tíðina. Bartal Wardum var við í 25 landskappingardystum og tveimum steypadystum, meðan Tróndur Jensen hevur havt ilt við at vinna pláss á liðnum, síðani hann kom fyri seg, eftir at hann tað mesta av einum ári var skaddur.

Mathias Nygaard hevur verið sera eyðkendur á HB miðvøllinum. HB boðar frá, at hann fer av landinum, og at hann ikki fer at spæla við HB í 2021.