Landsliðsvenjarin

Kári Annan Berg

Endliga verður Henrik Larsen skiftur út, men helvtin er eftir. Jógvan Martin Olsen eigur eisini at verða útskiftur. Alt ov konservativur, hvat viðvíkur Súna Olsen, bert fyri at taka eitt dømi.
At Jógvan Martin Olsen skal verða so naivur, at siga við fjøðlmiðlarnar at ongin kann gerða arbeiði hjá Súna Olsen ,so at Súni kundi sloppi fram á vøllin, vísir bert hvussu lítið hann broytist. Men sum áður nevnt er hetta bert eitt eindømi um hansara nógvu skeivu metingar.
Landsliðið hevur gjørt afturstig í stórum, seinastu árini. 1 stig pr. undankapping, er sum at fara aftur til tíðina áðrenn Allan Simonsen.
Føroyska landsliðið trongir til eina renovering. Nýtt blóð og hugskot. Tað nyttar onki at finna ein venjara, bara tí hann er ein fyrrverandi kendur fótbóltsleikari (Henrik Larsen). Viðkomandi má vita um fótbóltin og handan fótbóltin eisini og hava royndir, spyr bara Johan Nielsen, venjara hjá Skála.
Henrik Larsen sigur eftir hvønn dyst, at hini bert hava so nógvar málmøguleikar, sum teir hava skorað uppá, og at Føroyar hevur alt annað í dystinum. Tað er tann sama plátan vit hoyra umaftur og umaftur.
Og tak málið um Toda fram. Henrik Larsen vildi IKKI takað Toda Jónsson við til dystirnar í juni ,tí at hann metti ikki at Todi megnaði at spæla 90 minttutir og tað kundi Henrik ikki brúka til nakað. Hvussu ber tað so til at Todi er við hesuferð, tí hesuferð vistu teir fyri vissu at Todi IKKI megnaði at spæla allar 90 minuttirnar.
Todi Jónsson skal nokk koma seg , mann kann ikki vænta at hann skorar 5 mál fyrsta dystin, eftir 4 ár. Men um Henrik bara tonkti seg eitt líti sindur um ,tá hann nú visti at Todi bert klárar ein hálvleik , hví so ikki brúka hann í seinna hálvleik, tá Føroyska landsliðið sum vant manglar mál ímóti endanum."