Landsliðsleikarar vitjaðu í Kollafirði

Skúlanæmingar fingu høvi at spæla ímóti teimum føroysku fótbóltsstjørnunum.

Børnini í Kollafjarðar Skúla fingu forkunnuga vitjan í gjár, tá ið føroyska fótbóltslandsliðið, sum er savnað í høvuðsstaðnum í sambandi við fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi sunnukvøldið, kom á gátt.


Eftir at hava spælt innanhýsis dyst í gjáramorgun, har annað liðið vann heili 6-0, tóku leikararnir sær meiri av løttum seinnapartin og fóru at heilsa upp á skúlabørn í Kollafirði.


Les eisini: Páll Klettskarð gjørdi bart


Tað var ætlanin, at dystir skuldu spælast uttandura, men veðrið var ikki til vildar. Skúlabørnini mistu tó ikki møguleikan at spæla ímóti landslsliðsleikarunum, tí dystirnir vórðu í staðin fluttir inn í ítróttarhøllina.


Eftir dystirnir fingu børnini høvi at heilsa upp á landsliðsleikararnar og fleiri teirra bóðu eisini um autografar.


Myndir frá vitjanini í Kollafjarðar Skúla síggjast HER.


EM-undankappingardysturin ímóti Finnlandi verður á Tórsvølli sunnukvøldið kl.19.45.