Landsliðsliðskiparin og liðfelagarnir vunnu á útivølli

Storhamar er næstfremst

Landliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg fekk aftur spælitíð í kvøld.

 

Liðið hjá Pernille, Storhamar vann á útivølli greiðan 35-26 sigur á Fana. Í steðginum var Storhamar á odda 19-13. Pernille var skrásett fyri eitt mál.

 

Storhamar er næstfremst í deildini við 34 stigum. Sola er fremst við 36 stigum. 

 

Sunnudagin klokkan 15 tekur Storhamar móti Fredrikstad á heimavølli. Eftir tað fer Pernille at ferðast til Føroya, har EM-undankappingardystur móti Portugal er á skránni við Tjarnir komandi mikukvøld klokkan 19.