Landsliðsspælari til KÍ

Í kvøld er eitt nýtt andlit ímillum KÍ kvinnurnar til venjing á Djúpumýru. Tað er Margunn Lindholm

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 27 ára gomlu Margunn Lindholm. Hon hevur í seinastuni verið partur av kvinnulandsliðnum.

 

- Margunn Lindholm er 27 ára gomul og kemur til felagið frá barndómsfelagnum NSÍ. Hon er miðvallari, er sera offensiv í sínum spælið, og hevur eisini eitt gott skot. Hon er eisini ein partur av kvinnulandsliðshópinum, sum í heyst spælir í Nations League. Margunn verður partur av KÍ kvinnunum frá 2024 og vit gleða okkum at síggja hana í bláum búna, skrivar KÍ.fo.

 

Kvinnurnar hjá KÍ hava vunnið FM-heitið seinastu fimm árini, men tað var við Margunn Lindholm á liðnum, at NSÍ koppaði júst KÍ í steypafinaluni.