Landsliðsúttøka um vikuskiftið

Avgerðin í FM-kappingini í bridge fellur um vikuskiftið, tá endalig landsliðsúttøka eisini verður

Føroyameistarakappingin í bridge fyri lið endar í Bridgehúsinum í Havn leygardagin.

 

Stórur spenningur er, um hvør fer við føroyameistarheitinum í ár. Verandi føroyameistarar – eysturoyarliðið hjá Símuni Lassaberg (Árni M. Dam, Pól Egholm, Dia Jacobsen og Marner Joensen) og liðið hjá Per Kallsberg (Balle Mohr, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum) liggja jøvn á fyrsta plássi.

 

Í 2. deild liggur liðið hjá Danny Transport (Danny Danielsen, Tordis Johannessen, Jens Pauli G. Nolsøe, Hallberg Arnfridsson) fremst og til at flyta upp í 1. deild.

 

Í sambandi við kappingina verður bridgelandsliðið, sum skal luttaka í EM í Kroatia í summar, tikið út. Føroyska bridgelandsliðið hevur ikki síðani 2005 verið við til EM, men í summar verður aftur spælt móti bestu liðunum í Evropa.

 

Seks lið eru í báðum deildum, og hvør dystur er 28 spøl. Í hvørjum dysti verður spælt um 25 stig. Leygardagin vera tveir dystir spældir.

 

Støðan í 1. deild:

1. Símun Lassaberg 163

1. Per Kallsberg 163

3. Bogi Simonsen 133

4. Jórun Johannesen 100

5. Robert Langgaard 87

6. Høgni Jacobsen 65

 

2. deild:

1. Danny Transport 143

2. Eyðun Jakobsen 129

3. KBI Klaksvík 123

4. Óli Holm 114

5. Connie Thomsen 105

6. Jóna Hentze 103