Málið um veiðibannið hjá trolarunum Vesturvarða og Vesturskini er nú í Eystara landsrætt. Tjaldrið tók Vesturvarða og Vesturskin fyri ólógligan fiskiskap á Fugloyarbanka fyrst í mánaðinum,og Fiskiveiðueftirlitið gjørdi av at taka fiskiloyvið frá teimum í tvær vikur.
Tað góðtók reiðarin ikki og legði málið fyri Føroya rætt við kravi um, at avgerðin hjá Fiskiveiðieftirlitinum bleiv ógildað. Svarið hjá rættinum var, at skipini skuldu missa fiskiloyvið í eina viku ístaðin fyri tvær.
Men reiðaríið vil heldur ikki góðtaka ta avgerðina og hevur nú lagt málið fyri Eystara landsrætt at taka støðu til.
Kelda: Kringvarp Føroya