Landsroyndirnar gagna ikki næmingunum

Tveir triðingar av lærarunum halda, at landsroyndirnar ikki gagna næmingunum og enn fleiri halda, at tær ikki gagna undirvísingini.

Tveir triðingar av lærarunum halda, at landsroyndirnar ikki gagna næmingunum og enn fleiri, 72,2 prosent, halda, at tær gagna ikki undirvísingini. Tað skrivar Skúlablaðið.

 

Næmingarnir eiga ikki at uppliva ta strongd, sum landsroyndirnar hava við sær. Landsroyndirnar eru bara ein støðumynd. Landsroyndirnar eru ov fjarar frá vanligu undirvísingarstøðuni, og ov nógvar villur eru í. Tær geva ov nógv niðurløg, eru ov torførar, verða ikki nýttar til nakað munagott, spegla ikki gerandisdagin, fylla og ávirka ov nógv, og ov nógv tíð fer til at fyrireika landsroyndirnar. Hetta er í stuttum tað, lærarar, sum ikki dámar landsroyndirnar, siga um landsroyndirnar.

 

Skúlablaðið hevur eina longri samrøðu við Vibeke Michaelsdóttir, sum tók prógv sum lærari í summar. Í endaligu ritgerð síni viðgjørdi hon landsroyndirnar í føroyskum. Hon hevur verið í sambandi við gott hálvt hundrað lærarar, sum eitt nú eru spurdir, hvørt landsroyndirnar gagna næmingunum og undirvísingini, um landsroyndirnar ávirka undirvísingina, um landsroyndirnar eiga at vera talgildar, um tær læra næmingarnar at hugsa sjálvstøðugt og annað.

 

Flestu lærarar, sum hava svarað, hava undirvíst í nógv ár, væl meiri enn helvtin í yvir seks ár og nærum ein triðingur yvir 21 ár. Tveir triðingar av lærarunum halda, at landsroyndirnar ikki gagna næmingunum og enn fleiri, 72,2 prosent, halda, at tær gagna ikki undirvísingini. Flestu lærarar, sum hava svarað, halda, at landsroyndirnar hava ov stóra ávirkan á undirvísingina, 89,1 prosent.

 

Lærarar, sum eru fyri landsroyndunum, vísa hinvegin á, at landsroyndirnar geva næmingunum eina fatan av, hvat royndir eru fyri nakað; summir siga, at landsroyndirnar halda næmingunum til og eggja teimum til læring, at teir halda fokus, geva teimum eina mynd av, hvar teir eru fakliga, at tær lyfta fakliga stigið og eru við til at avdúka, um næmingurin hevur lært tað, hann skal sambært lesiætlanunum. Landsroyndirnar avdúka eisini veikar síður, so hjálp kann setast inn.

 

Les samrøðuna við Vibeke Michaelsdóttir í Skúlablaðnum.