Landssjúkrahúsið 85ár

Mánadagin 23. februar vóru 85 ár liðin síðan Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í brúk. Dronning Alexandrines Hospital avloysti Færø Amts Hospital, sum var bygt í 1829. Landssjúkrahúsið var liðugt at taka í nýtslu í 1969.

Grundarsteinurin til Dronning Alexandrines Hospital bleiv lagdur 23. juni 1921 av Christian kongi X, og húsið bleiv tikið í brúk 23. februar 1924. Dronning Alexandrines Hospital avloysti Færø Amts Hospital, sum var bygt í 1829.


Grundarsteinurin til Landssjúkrahúsið bleiv lagdur 19. juni 1962 av Petur Mohr Dam, táverandi løgmanni.


Fyri skjótt 35 árum síðan, í apríl 1969, varð allur tann nýggi bygningurin tikin í nýtslu. Sjúkrahúsið var tá normerað til 158 seingjapláss.


Í 2004 varð nýggi bygningurin á Landssjúkrahúsinum tikin í nýtslu. Bygningurin er í fimm hæddum og samlaða gólvvíddin er 5.600 ferðmetrar


Hesi 80 árini eru ómetaliga stórar broytingar farnar fram á øllum økjum, sum tað sæst á myndunum.