Fyri eini løtu síðani fór ein bilur út av vegnum við Norðskálatunnilin. Løgreglan sigur, at tað var bara hesin eini bilurin í óhappinum. Sjúkrabilur varð sendur á staðið, og eitt fólk, sum var í bilinum, er nú á veg á Landssjúkahúsið til kanningar og viðgerð.
Annars vórðu tveir bilførarar tiknir í Havn í gjárkvøldið fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.