Landssjúkrahúsið ? eitt vandamál

Sambandsflokkurin metir, at krepputiltøkini á Landssjúkrahúsinum eiga at setast úr gildi nú.

 

Vit hava ikki brúk fyri at deildir lata aftur, men upp.

Vit hava ikki tørv á longri bíðilistum, men styttri.

Krepputiltøk sett í verk:

Tá Landssjúkrahúsið verður illa viðfarið ídag, er tað sjúklingurin, ið verður illa viðfarin.

Tá Landssjúkrahúsið var bygt fyri nøkrum áratíggjum síðani vóru allar deildir opnar alt árið í mong ár. Tá so Føroyar fóru á húsagang vegna politiska vanstýring skuldi sparast. Og almikið varð spart - á Landssjúkrahúsinum.

Eg starvaðis á hesum arbeiðsplássi tá, og mangan var havt á orði, at fíggjarstøða landsins sá út til at skula loysast - bert við skerjingum á Landsjúkrahúsinum. Deildir skuldu lata aftur fleiri mánaðar árliga. Spariknívurin var á lofti árla og síðla. Peningur varð eisini spardur. Men samstundis komu bæði sjúklingar og starvsfólk at merkja hetta. Serliga við at bíðitíðirnar komu at gerast longri, og innleggingartíð- irnar styttri. Starvsfólkið roynir enn at gera sítt besta innan øll økir, men mong hava sanna, at kreftirnar ikki megnaðu tað, ið viljin var til. Fólk rýmdu og rýma úr størvunum.

Krepputiltøk enn í gildi á Landssjúkrahúsinum:

Hóast vit nú eru væl á veg at koma úr 90-ara kreppuni, so eru krepputiltøkini á Landssjúkrahúsinum enn í gildi. Sjálvt í ár eru skriv send út til viðskiftafólk hjá landssjúkrahúsinum har boðini eru greið: ?eins og undanfarin ár mugu vit aftur í árinum av fíggjarávum lata seingardeildir aftur

t.d. er eitt skeið juni/juli/ august:

B6: 18.06.01 - 22.07.01 - 18 seingjarpláss

B7: 23.07.01 - 26.08.01 - 24 seingjarpláss


Víðari stendur: ?Vit vóna, at ikki verður neyðugt við fleiri afturlatingum. Roknast má tíverri við longri bíðitíð?.

Samstundir verður nógv tosa av leiðandi politikarum okkara um, at hundraðtals milliónir krónur eru til avlops á fíggjarlógini seinastu árini!

B6 eindømi - ella fyrsta deildin?:

Hóast tey á B6 hava sagt seg úr starvi vegna ótolandi viðurskiftir, so tykist torført hjá hesum at fáa leiðsluna at fata teirra púra greiða boðskap.

Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um viðurskiftini á B6 - eftir 10 ára krepputiltøk á øllum Landssjúkrahúsinum - er eitt eindømi, ella bert byrjanin.

Vandi er nevniliga fyri, at aðrar deildir gera tað sama, um trupulleikarnir ikki verða loystir við betri hegni, enn vit hava sæð higartil. Tí enn er ongin loysn funnin, bert 10 dagar áðrenn B6 verður afturlatin, av tí ongin sjúkrasystir er á starvi eftir 1. januar. Eftir míni hugsan, so er B 6 bert toppurin av ísfjallinum - og vandi er fyri, at hinir 9/10 koma undan kavi sum tíðin gongur - og trupulleikarnir ikki vera loystir! So her er veruliga vandi á fer innan sjúkrahúsverk okkara.

Ein vegur úr naggatódnini:

Sambandsflokkurin metir, at krepputiltøkini á Landssjúkrahúsinum eiga at setast úr gildi nú. Deildirnar eiga at verða opnar stórt sæð alt árið, og játtanin til deildirnar at økjast tilsvarandi.

? Tað vil gera, at bíðitíðirnar styttast, til gagn fyri sjúklingin

? at starvsfólkini fá betri arbeiðsviðurskiftir.


Tá so nógv er til av peningi, at 400 milliónir krónur av ríkisveitingini kunnu kutast burtur í einum høggi, tykist undarligt, at sjúkrahúsverkið enn er illa spert av krepputiltøkum frá 1990-unum.

Áttu hesi viðurskiftini ikki at verið fingin uppá pláss ÁÐRENN peningur til vælferðarskipanir okkara verður søplaður burtur, sum vit síggja loysingarsamgonguna gera ídag?

Góð jól - og eitt av Harranum signað nýttár.