Tað er greitt, at Landssjúkrahúsið fer at 29 milliónir krónur aftur at at arbeiða fyri í ár.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Landssjúkrahúsinum 29 afturat í ár fyri at sleppa undan at skerja virksemið .
Sløk helvtin av játtanini, ella 14 milliónir, skulu brúkast til tað vanliga virksemi, og restin, 15 milliónir, skal brúkast til at viðgera sjúklingar uttanlands.
Kristina Háfoss sigur, at hesi seinastu árini eru útreiðslurnar hjá Landssjúkrahúsinum hækkaðar fimm prosent um árið í miðal.
– Tað eru fleiri orsakir til hetta. Ein orøk er, at fólkatalið er vaksið, umframt at fólk eru verða alsamt eldri. Somuleiðis eru tað eisini fleiri fólk við álvarsligum sjúkum, eins og tað eru betri og kostnaðarmiklari viðgerðarhættir.
Tað eru settir fleiri serlæknar og kommunulæknar, og sæst tað aftur í øktu virksemistølunum hjá sjúkrahúsinum. Og afturat hesum eru eisini nógv fleiri røntgenkanningar, blóðroyndir og aðrar kanningar gjørdar, orsakað av økta virkseminum.
Annars sigur Kristina Háfoss, at tað er sera torført at meta um, hvussu nógvir sjúklingar verða sendir uttanlands, og hvørjar viðgerðir, teir skulu hava.
Harafturat vísir hon á, at sjúkrahúsini á keypmannahavnarleiðini hava lagt um til eina nýggja skipan. Hon er ikki farin at virka til fulnar og tí hevur ikki borið til hjá teimum at senda Landssjúkrahúsinum endaligar rokningar. Tvørtur ímóti hevur Landssjúkrahúsið goldið eftir fyribils uppgerðum, sigur Kristina Háfoss.