Landssjúkrahúsið setir trygdina hjá sjúkum pinkubørnum í vanda

Umleggingarnar á føðideildini seta trygdina hjá sjúkum pinkubørnum í vanda, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Landsjúkrahúsið

? Vit meta, at hetta er at seta trygdina hjá sjúkum pinkubørnum í vanda.
So hvassorðað er felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum um tær umleggingar, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum ætlar at seta í verk á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Umleggingarnar bera í sær, at ljósmøðurnar skulu í størri mun taka lut í vanliga arbeiðnum á føðideildini. Sum skipanin er nú, eru tær á vakt og verða bara tilkallaðar, tá ið ein kvinna skal eiga og leiðslan á Landssjúkrahúsinum heldur ikki, at hetta er at fáa fulla nyttu burturúr arbeiðsorkuni.
Samstundis heldur leiðslan, at hetta verður eina betri tænasta til barnakonurnar, tí nú fáa ljósmøðurnar fylgt teimum yvir eitt longri tíðarskeið.
Koma ljósmøðurnar at at taka lut í vanliga arbeiðnum á deildini, kann eitt heilt vaktlag av sjúkrarøktarfrøðingum sparast burtur. Talan er um fimm-seks ársverk.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vísir á at talan er um at siga átta sjúkrarøktarfrøðingum úr starvi.
? Felagið mótmælir harliga ætlanini hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, at siga átta sjúkrarøktarfrøðingum á føðideildini úr starvi, samstundis sum annar starvsbólkur verður settur inn á deildina í staðin, sigur felagið í eini hvassorðaðari yvirlýsing.
Felagið sigur, at tað er beinleiðis at reingja sannleikan, tá ið sagt verður, at tað liggur bæði ein sparing og ein menning í hesi ætlan.

Trygdina í vanda
Forkvinnan í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Jana H. Dalsgaard, sigur rætt og slætt at hetta er at seta trygdina hjá sjúkum pinkubørnum í vanda.
? Vit meta, at ætlanin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum hevur ikki sjúklingin í fokus og at avleiðingarnar verða, at sjúklingar, barnið, familjan, og serliga kvinnan, aftur verða fyri vanbýti.
? Við uppskotinum, meta vit ikki, at trygdin hjá sjúka pinkubarninum verður sett í hásæti, sigur felagið í yvirlýsingini.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur, at føðideildin á Landssjúkrahúsinum kann ikki samanberast við føðideildir í Danmark.
? Føðideildin á Landssjúkrahúsinum er ikki bara ein føðigongd, men ein blandað deild, har eisini sjúk børn liggja. Afturat vanligum barnsburðum, tekur hon sær eisini av ov tíðliga føddum børnum, børnum við breki og sjúku annars.
? Røktin av sjúkum pinkubørnum er ógvuliga krevjandi og hárfín og skulu sjúkrarøktarfrøðingar á føðideildini sigast upp, er væntandi, at hesi børn fara at vera verri fyri, tí dygdin í røktini gerst verri.
Jana H.Dalsgaard minnir á, at fyri nøkrum árum síðani varð smábarnadeyðin í Føroyum tann hægsti í Norðanlondum. Í dag er hann tann lægsti og tað er eisini takka verið sjúkrarøktarfrøðini á føðideildini.
? Teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða á føðideildini, eru serfrøðingar í at røkta hesi børnini. Men nú skulu serfrøðingarnir sigast upp í ein fakbólkur, sum ikki hevur førleikar á økinum, skal yvirtaka arbeiðið.
À Landssjúkrahúsinum er ætlanin nú, at ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum skulu nú átaka sær arbeiði á føðideildini, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava havt higartil.
? Ljósmøður eru ikki utbúnar til at arbeiða við sjúkum børnum og børnum, sum hava brek, og tí verða tey verri fyri, verður ætlanin hjá leiðsluni sett í verk.
Hon minnir á, at fyri nøkrum árum síðani varð smábarnadeyðin í Føroyum tann hægsti í Norðanlondum. Í dag er hann tann lægsti og tað er eisini takka verið sjúkrarøktarfrøðini á føðideildini.
? Teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða á føðideildini, eru serfrøðingar í at røkta hesi børnini. Men nú skulu serfrøðingarnir sigast upp í ein fakbólkur, sum ikki hevur førleikar á økinum, skal yvirtaka arbeiðið.

Eina heilt aðra bakgrund
Forkvinnan í felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at allarflestu ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru útbúnar í Danmark, sum er einasta land rundanum okkum, har tað ber til at læra til ljósmóður, uttan at vera sjúkrarøktarfrøðingur frammanundan.
? Tí hava tær eina heilt aðra bakgrund, tí tær eru bara útbúnar til at arbeiða við frískum børnum og frískum barnakonum. Tað, sum leiðslan á Landssjúkrahúsinum nú ætlar, er at blanda tvey fakøki saman, sum onki hava við hvørt annað at gera.
? Samstundis er A 3, sum var songardeildin fyri kvinnusjúkur, júst afturlatin mestsum frá degi til annan. Sostatt tekur føðideildin sær eisini av sjúkum barnakonum, ið allar hava krav uppá kvalifiseraða sjúkrarøkt.
Jana H.Dalsgaard sigur, at á deildum í Danmark, har sjúk pinkubørn og sjúkar barnakonur liggja , arbeiða bara læknar og sjúkrarøktarfrøðingar. Tað kemur ikki fyri at ljósmøður arbeiða har, tí tað eru tær ikki útbúnar til.
Ætlanin er eisini at minka talið av songjarplássum á føðideildini og tí koma fleiri kvinnur at eiga ambulant.
? Her skal gerast vart við, at Heilsfrøðiskipanin ikki er fyrireikað til hesa uppgávuna. Sum er, eru enn øki í landinum, ið ikki hava heilsufrøðing, sigur felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar í yvirlýsingini.
? Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar mótmælir harðliga ætlaðu broytingunum á Føðideildini og meinar, at tær eru óneyðugar á eini vælvirkandi deild við vælútbúnum og dugnaligum sjúkrarøktarfrøðingum, ið hava førleika at útinna allar kravdu sjúkrarøktaruppgávurnar, verður at enda sagt í yvirlýsingini.
Jana H. Dalsgarð er í løtuni stødd á norðurlendskum fundi fyri sjúkrarøktarfrøðingar og fundurin hevur givið føroysku sjúkrarøktarfrøðingunum sín fulla stuðul.
? Hetta er ikki at menna tænastuna til sjúk børn og sjúkar barnakonur, tí dygdin í røktini fer at fella.
Forkvinnan í Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum sigur, at felagið metir hetta sum eitt álvarsmál og tað fer at gera, hvat tað kann, fyri at umleggingarnar skulu verða av ongum.
? Hetta er eisini at verja okkara fakøki og eg kann minna á at vit fyrr hava verið í verkfalli fyri at verja okkara fakøki, sigur Jana H. Dalsgaard.
Men hvussu langt felagið er til reiðar at fara í hesum føri, hevur hon ongar viðmerkingar til í løtuni, tí felagið fer at viðgera málið.